Rottan

 

Rotta er ringasta skaðadjórið fyri sjófugl (Mynd 1). Tær fyrstu rotturnar komu til Føroya í 1768 (Mynd 2) og hava avoytt drunnhvíta, skráp og meginpartin av lundanum í teimum oyggjum, tær eru komnar í. Fyrstu rotturnar komu við einum vraki, sum rak á land í Suðuroynni í mai 1768, og eftir bert trimum árum vóru tær um alla oynna. Skjótt eftir vóru rottur eisini í Streymoynni, Eysturoynni og Vágoynni. Til Norðoyggjar komu rotturnar gott hundrað ár seinri. Hetta hendi helst eftir at norðmenn høvdu bygt eina hvalastøð í Norðdepli í 1898, tí skjótt eftir hetta vóru rottur sæddar á Viðoynni, Borðoynni og Kunoynni. Síðani tá er rottan ikki komin fyri seg á øðrum oyggjum, hóast hon er sædd bæði í Sandoynni, Nólsoynni og Kalsoynni.

 

Rotturnar leggjast skjótt í bjørgini
Eitt dømi um hvussu skjótt rotturnar kunnu leggjast í bjørgini, hava vit av Viðareiði. Har komu rotturnar í bygdina umleið 1905, og tá vóru tvey sera stór lundalond norðantil á oynni, Rivið og Torva, har menn kundu fáa einar 20.000 lundar á fleyg um árið. Aftan á nøkur ár sóust rottur í hesum bjørgum, og lundin minkaði so nógv, at menn góvust við at fleyga har.

 

Vit mugu verja útoyggjarnar og hava eina tilbúgving tilreiðar
Fyribils er tað einasta, vit kunnu gera, at verja tær oyggjar, sum enn ikki hava fingið rottur. Fyrst og fremst má alt gerast fyri at tryggja, at rottur ikki verða fluttar út á útoyggjarnar. Um óhapp henda, ella illgruni er um, at rottur eru komnar í eina av hesum oyggjum, má ein tilbúgving vera til reiðar, sum alt fyri eitt kann fara til verka, áðrenn rotturnar nørast og spjaðast.

 

Kunngerð um rottutýning
Kunngerðin um rottutýning er frá 1962, og hon leggur mest dent á at týna rotturnar í bygdum øki, meðan ikki verður hugsað so nógv um fuglin. Eitt nýtt uppskot hevur leingi verið á veg, sum leggur upp til eina skipaða rottutýning í øllum kommunum, har húsaeigarar t.d. hava skyldu at halda ognirnar í slíkum standi, at rottur ikki sleppa inn. Kunngerðin fevnir eisini um skip og hvussu farast skal fram, fyri at rottur ikki sleppa um borð á skip ella í land av skipum. Umráðandi er, at ein nýggj rottulóg eisini fevnir um eina skipan, sum kann staðfesta, tá rottur koma á nýggjar oyggjar, og hvat so er at gera. Her finnast góðar leiðbeiningar aðrastaðni, t.d. í Nýsælandi og Alaska, og Í 2011 skrivaði Umhvørvisstovan eina frágreiðing um rottuspjaðing.

 


Mynd 1.
Rottan nørist sera skjótt. Hon er kynsbúgvin 3 mánaðar gomul og leggur upp til 5 ferðir um árið, har hon fær 6-11 ungar hvørja ferð. Eitt rottupar kann sostatt verða til einar 2000 rottur eftir einum ári, men vanliga verður talið “bert” 500. Fáar rottur gerast eldri enn eitt ár.


Mynd 2.
Rottan kom til Føroya í 1768. Hon sást fyrst í Suðuroynni, men kom skjótt eisini í Streymoynna, Vágar og Eysturoynna. Ikki fyrr enn gott 100 ár seinni spjaddist hon til Viðoynna, Borðoynna og Kunoynna. Nú eru so aftur liðin meira enn 100 ár síðani rottan er komin fyri seg á nýggjari oyggj, hóast hon er sædd bæði á Sandi, í Nólsoynni og á Kalsoynni. Rotta finst nú í 7 oyggjum, sum svara til 84% av samlaða arealinum í Føroyum.