Hóttanir

 

Tað er nógv, sum kann hótta sjófuglin, men tær størstu broytingarnar seinastu árini eru komnar av broytingum í vistskipanini í havinum. Hesar broytingar eru helst náttúrligar, men tað ræður um at ansa væl eftir, at fiskiskapur ella onnur vinna ikki broyta vistskipanina so nógv, at nebbasildastovnurin verður verri fyri. Eisini má ansast eftir tí serstaka sandbotninum, sum nebbasildin livir í. Fuglaveiða kann vera ein hóttan, um hon ikki er burðardygg, og tí má fylgjast væl við teimum fuglastovnum, sum verða veiddir.

 

Tað ringasta skaðadjórið er rottan. Hon kom til Føroya í 1768, og er á øllum teimum størru oyggjunum uttan Sandoynni. Tað er bara ein spurningur um tíð, nær hon kemur út á fleiri oyggjar, um onki munagott verður gjørt fyri at verja hesar oyggjar. Rottan hevur týnt allan drunnhvítan í teimum oyggjum, hon er komin í, og hevur minkað munandi um bæði lunda og skráp.