Kanningar av sjófugli

 

Havstovan (Fiskirannsóknarstovan) fór undir at kanna sjófugl seinast í 1960-unum. Lomvigastovnurin hevði tá verið í stórari minking síðani seinast í 1950-unum, og kjakast varð um, hvørt tað var veiðan, sum var orsøkin, ella um tað vóru náttúrligar broytingar í havinum, sum gjørdu, at stovnurin minkaði. Fyrst varð farið undir at ringmerkja lomviga fyri at finna fram til, hvussu hann ferðaðist, og hvar hann var um veturin. Í 1972 vórðu øll lomvigabjørgini skrásett og allur lomvigastovnurin taldur á fyrsta sinni. Síðani tá hevur lomvigin í Høvdanum á Skúvoynni (Mynd 1) verið taldur hvørt summar uttan í 1995 fyri at fylgja við broytingunum í stovninum.

 

Høvdin í Skúvoynni er eitt fast eftirlitsøki, har fylgt verður við gongdini hjá bæði lomviga, álku, ritu og havhesti. Roynt verður at fáa langar tíðarrøðir, ið kunnu samanberast við aðrar tíðarrøðir á Havstovuni. Samstundis sum hesar kanningar verða gjørdar á hvørjum ári í Skúvoynni, verða lomvigi og rita eisini tald um alt landið umleið 10. hvørt ár. Hesar teljingar verða gjørdar úr báti (Mynd 2).


Mynd 1.
Høvdin í Skúvoynni er eftirlitsøki.


Mynd 2.
Teljingar av sjófugli verða eisini gjørdar úr báti.