
Mánafiskur á Vísindavøkuni 2022
Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av ymiskum fiskasløgum. Í ár eru vit serliga spent at vísa teimum vitjandi ein mánafisk, sum varð veiddur við Jákupi Sverra í august. Mánafiskur er sjáldsamur fiskur, sum viðhvørt sæst undir Føroyum um summarið og heystið.
Vísindavøkan 2022 verður í Løkshøll fríggjadagin 23. september og høvuðsevnið í ár er Tíðarrák. Her verða framløgur, 20 í tali, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð. Inni í kantinuni í Løkshøll verða eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.
Sýningin hjá Havstovuni er í einum tjaldi uttan fyri Løkshøll, og umframt tjaldið hjá Havstovuni, er eisini eitt tjald, har næmingar og lærarar á Glasi gera royndir.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Viðkomandi tíðindi
Stuttfilmur um Jákup Sverra
Í samband við Vísindavøkuna 2020 er ein heimasíða við nógvum áhugaverdum tilfari gjørd. Á henni er eitt stórt savn av tilfari, bæði frá seinastu vísindavøku, og frá undanfarnum vísindavøkum. Í…
Vísindavøka 2019
Bás inni í Sjóvinnuhúsinum, tvær framløgur í Kongshøll og „fiskaborð“ úti á bryggjuni var tað, sum Havstovan borðreiddi við á Vísindavøkuni í fjør, har høvuðsevnið var „ARVUR“ í breiðastu merking.…
Vísindavøkan 2018
Rannsóknarskipið Magnus Heinason var hesaferð partur av átakinum hjá Havstovuni og tað hepnaðist sera væl. Vælumtókta fiskaframsýningin var eisini á skránni, umframt fyrilestrar inni í Kongshøll. Hetta er úr Sjóvarmál…
Vísindavøkan 2018
Aftur í ár luttók Havstovan á Vísindavøkuni, sum Granskingarráðið skipaði fyri. Tað forkunnuga hesaferð var, at Magnus Heinason lá við bryggjuna, opin fyri vitjandi. Og vit gleðast um, at nógv…