
Mánafiskur á Vísindavøkuni 2022
Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av ymiskum fiskasløgum. Í ár eru vit serliga spent at vísa teimum vitjandi ein mánafisk, sum varð veiddur við Jákupi Sverra í august. Mánafiskur er sjáldsamur fiskur, sum viðhvørt sæst undir Føroyum um summarið og heystið.
Vísindavøkan 2022 verður í Løkshøll fríggjadagin 23. september og høvuðsevnið í ár er Tíðarrák. Her verða framløgur, 20 í tali, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð. Inni í kantinuni í Løkshøll verða eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.
Sýningin hjá Havstovuni er í einum tjaldi uttan fyri Løkshøll, og umframt tjaldið hjá Havstovuni, er eisini eitt tjald, har næmingar og lærarar á Glasi gera royndir.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Viðkomandi tíðindi
Enn ein væleydnað Vísindavøka
Fríggjadagin 22. september 2023 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Veðrið var ikki til vildar, so Havstovan og Glasir, sum skuldu vísa fram í tjøldum á kaiini, fluttu…
Útivið 50 fiskasløg á Vísindavøku 2022
Fríggjadagin 23. september var Vísindavøka í Løkshøll.Sum vanligt vóru nógvir granskingarstovnar umboðaðir, og Havstovan sýndi fram ymisk forvitnislig fiskasløg. Væl av fólki vitjaði Havstovuna í framsýningartjaldinum, sum stóð á spæliplássinum…
Mánafiskur á Vísindavøkuni 2022
Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av ymiskum fiskasløgum. Í ár eru vit serliga spent at vísa teimum vitjandi ein mánafisk, sum varð veiddur við Jákupi…
Vísindavøka 2020 og 2021
Ein av uppgávunum hjá Havstovuni er at miðla vitan út til almenningin. Vísindavøkan er ein góður pallur til hetta endamálið, og bæði í 2020 og 2021 luttók Havstovan á Vísindavøkuni.…