
Mánafiskur á Vísindavøkuni 2022
Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av ymiskum fiskasløgum. Í ár eru vit serliga spent at vísa teimum vitjandi ein mánafisk, sum varð veiddur við Jákupi Sverra í august. Mánafiskur er sjáldsamur fiskur, sum viðhvørt sæst undir Føroyum um summarið og heystið.
Vísindavøkan 2022 verður í Løkshøll fríggjadagin 23. september og høvuðsevnið í ár er Tíðarrák. Her verða framløgur, 20 í tali, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð. Inni í kantinuni í Løkshøll verða eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.
Sýningin hjá Havstovuni er í einum tjaldi uttan fyri Løkshøll, og umframt tjaldið hjá Havstovuni, er eisini eitt tjald, har næmingar og lærarar á Glasi gera royndir.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Viðkomandi tíðindi
Vísindavøkan 2017
Evnið fyri Vísindavøkuna í 2017 var „Tilfeingi“. Havstovan gjørdi av at lýsa positivu gongdina hjá okkara fugla og fiskatilfeingi seinastu tvey árini, umframt at vísa ymiskar vanligar og minni vanligar…
Vísindavøkan 2016
Evnið fyri Vísindavøkuna í 2016 var tey fýra frumevnini, eldur, jørð, luft og vatn. Vit vístu ymiska gransking í sambandi við frumevnini, og høvdu eyðsæð mest at vísa fram í…
Vísindavøkan 2015
„Árið á Landgrunninum“ varð temaið á básinum hjá Havstovuni á Vísindvøkuni í 2015. Hetta er úr Sjóvarmál 2016, les víðari her. Viðkomandi tíðindi
Vísindavøkan 2014
Granskingarráðið byrjaði við Vísindavøkuni í 2008, og flestu árini hevur Havstovan verið um boðað. Hetta er úr Sjóvarmál 2015, les víðari her. Viðkomandi tíðindi