
Springari á Kappanum
Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. Hesin springarin dvaldi bert stutta tíð í føroyskum sjógvi, áðrenn hann byrjaði ferðina vestur móti Íslandi og víðari til Grønlands.
Eftir at hava verið eina tíð út fyri hellingini suður av Danmarkarstrætinum, ferðaðist hann suður eftir fram við landgrunninum, og suður í Irmingarhavið. Sendarin hevur nú virkað í 84 dagar.
Ein annar springari, ið Havstovan merkti í Fuglafirði 10. juni, og sum sendir enn, hevur mest sum alla tíðina hildið til í Føroyskum sjógvi. Hann hevur ferðast nakað suður og norð í Hetlandsrennuni, men hevur seinastu tíðina verið mest sunnarlaga í rennuni og á Bankarygginum. Eisini hevur hann gjørt okkurt rend inn á Munkagrunnin og vestur móti Føroyabanka. Hesin sendarin hevur nú virkað í 154 dagar.
Viðkomandi tíðindi
Merktu springararnir farnir í ymsar ættir
Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, og sum eftirfylgjandi fóru norður um oyggjarnar, eru farnir í ymsar ættir. Tann eini springarin fór skjótt vesturyvir, og hevur…
Teir merktu springararnir eru nú norðanfyri
Springararnir, ið vórðu merktir í Fuglafirði leygardagin 3. september 2022, eru farnir norð um oyggjarnar. Við góðari hjálp frá bátum, umframt skótum og fólki annars á sandinum, eydnaðist at reka…