
Springari á Kappanum
Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. Hesin springarin dvaldi bert stutta tíð í føroyskum sjógvi, áðrenn hann byrjaði ferðina vestur móti Íslandi og víðari til Grønlands.
Eftir at hava verið eina tíð út fyri hellingini suður av Danmarkarstrætinum, ferðaðist hann suður eftir fram við landgrunninum, og suður í Irmingarhavið. Sendarin hevur nú virkað í 84 dagar.
Ein annar springari, ið Havstovan merkti í Fuglafirði 10. juni, og sum sendir enn, hevur mest sum alla tíðina hildið til í Føroyskum sjógvi. Hann hevur ferðast nakað suður og norð í Hetlandsrennuni, men hevur seinastu tíðina verið mest sunnarlaga í rennuni og á Bankarygginum. Eisini hevur hann gjørt okkurt rend inn á Munkagrunnin og vestur móti Føroyabanka. Hesin sendarin hevur nú virkað í 154 dagar.
Viðkomandi tíðindi
Allir springararnir sunnanfyri
Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði fyri góðari viku síðani, hava mestu tíðina hildið til í Hetlandsrennuni. Tann eini merkti springarin, ið á byrja við fyrst fór norð um Føroyar,…
Merktu springararnir fylgjast ikki
Springaranir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 10. juni 2023 eru farnir sundur í tveir bólkar. Við góðari hjálp frá bátum og fólki á staðnum, var ein minni bólkur á…
TOPLINK – sambinding millum lond, hvalastovnar, granskarar og fólk í nærumhvørvum
TOPLINK verkætlanin, ið Havstovuni luttekur í, er eitt samstarv millum Føroyar og Grønland, har endamálið er at nema meira vitan um grindahval, bóghvítuhval og kjafthvítan- og skjórutan springara í Norðuratlantshavi.…
Springarin farin til stroks
Tann eini merkti springarin, sum fyri viku síðan var komin suður um Íslandsryggin, er nú farin beina kós vestureftir. Hann er farin tvørtur um Reykjanesryggin, er komin í Irmingarhavið og…