
Minni av makreli í Norðurhøvum
Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 %. Mest var av 3 og 4 ára gomlum makreli norðanfyri, men eisini var nógv av 1 og 2 ára gomlum makreli í Norðsjónum.
Makrelurin er framvegis rættiliga eystarliga, og tað hevur hann verið síðani 2018, tá nøgdirnar byrjaðu at minka í Eysturgrønlandi. Serliga var nógvur makrelur úti á djúpum, uttan fyri norska landgrunnin. Nøgdirnar norðan fyri Føroyar vóru nakað tær somu sum í fjør.
Úrslitini verða brúkt í makrelstovnsmetingini, sum verður gjørd komandi vikuna. Makrelkanningarnar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark.
Í ár vóru úrslitini fyri sild og svartkjaft ikki tøk til stovnsmetingarfundin, men verða roknaði seinni í heyst.
Les frágreiðingina her.
Eydna í Homrum
24. august 2023
Viðkomandi tíðindi
Leikluturin hjá makreli
Makrelur etur ikki yngulin av toski, hýsu og upsa, og er tí ikki beinleiðis orsøk til vánaligu gongdina í botnfiskastovnunum. Hetta vísa magakanningar hjá Havstovuni av meira enn 1500 makrelmagum,…
Makrelur gýtir enn í føroyskum øki
Eins og í 2010 var í 2013 staðfest, at makrelur gýtir í føroyskum øki. Prógvið er at tað verða funnin daggomul rognkorn í økinum, serliga í sunnara parti. Rognkanningarnar eru…
Toskur og makrelur í vistskipanarligum meldri
Hesi seinastu árini hevur støðan hjá botnfiski, serliga toski og hýsu, verið ring, men fyri uppsjóvarfisk hevur søgan verið tann øvuta. Í almenna kjakinum hava røddir tí róð fram undir,…
Fiti í makreli
Fitiprosentið hjá makreli fleirfaldast, meðan hann gongur á beiti at gøða seg í føroyskum øki um sumrarnar. Hetta vísa kanningar av fiti, sum Havstovan hevur gjørt, lutvíst saman við Kollafjørð…