{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Minni av makreli í Norðurhøvum

Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 %. Mest var av 3 og 4 ára gomlum makreli norðanfyri, men eisini var nógv av 1 og 2 ára gomlum makreli í Norðsjónum.

Vísitalið fyri nøgd av makreli í yvirlitstrolingini á sumri (milliónir tons), tíðarskeiðið 2007-2023.

Makrelurin er framvegis rættiliga eystarliga, og tað hevur hann verið síðani 2018, tá nøgdirnar byrjaðu at minka í Eysturgrønlandi. Serliga var nógvur makrelur úti á djúpum, uttan fyri norska landgrunnin. Nøgdirnar norðan fyri Føroyar vóru nakað tær somu sum í fjør.

Útbreiðsla og nøgd (tons) av makreli í yvirlitstrolingini summarið 2023.

Úrslitini verða brúkt í makrelstovnsmetingini, sum verður gjørd komandi vikuna. Makrelkanningarnar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark.

Í ár vóru úrslitini fyri sild og svartkjaft ikki tøk til stovnsmetingarfundin, men verða roknaði seinni í heyst.

Les frágreiðingina her.

Eydna í Homrum

24. august 2023

Viðkomandi tíðindi

  • Infektión av Makreli við Anisakis-rundormi

    Grein er júst komin út í vísindatíðarritinum ‘FISHERIES RESEARCH’ um Anisakis-rundorm í makreli. Henda grein er ein partur av teim úrslitum, ið komu burturúr kanningunum innan eina FP7-verkætlan 2012-14 um…

    Les meira

  • Lívfrøðiligar kanningar av makrelveiðu

    Tá stovnsmetingar verða gjørdar av t.d. makreli, er ein av høvuðskeldunum veiðitøl frá fiskiskapinum. Tí er umráðandi at fáa sýni av veiðuni til Havstovuna, soleiðis at longd og aldur á…

    Les meira

  • Økt makrelgýting í føroyskum havøki

    Tíðliga í summar var Havstovan við í umfatandi kanningum av gýting hjá makreli. Hetta verður gjørt við at telja hvussu nógv rognkorn av makreli eru í sjónum. Úrslitini frá kanningunum…

    Les meira

  • Kudoa í makreli

    Nakrir makrelar gerast bleytir og ónýtiligir til matna, hóast teir eru snarkøldir umborð. Orsøkin er infektión við Kudoa, sum ger tann størra fiskin bleytan eftir at fiskurin er deyður. Hetta…

    Les meira