
Løgtingið vitjaði umborð á Jákup Sverra
Hósdagin 17. desember vitjaðu løgtingsfólk umborð á Jákup Sverra, har umboð fyri Havstovuna, MEST, maskinstjórin og skiparin vístu teimum runt á tí frálíka skipinum og greiddu frá umstøðunum og útgerðini umborð.
Eftir at tey høvdu sæð skipið og fingið frágreiðingar, bjóðaði kokkurin ein drekkamunn í messuni. Har fingu tey frágreiðing um gongdina í verkætlanini, heilt frá projekteringi og til nú, skipið er liðugt.
Løgtingsfólkini vóru bergtikin av tí framúr snøgga, framkomna og væl útgjørda skipinum. Eisini vóru tey sera væl nøgd við, hvussu væl verkætlanin var greidd úr hondum, at byggingin er framd fyri tann avtalaða prísin og at tann fíggjarkarmur, sum løgtingið hevði játtað, varð hildin.
Viðkomandi tíðindi
Formansskrá løgd fram
Í sambandi við, at Danmark yvirtekur formansskapin í Arktiska ráðnum 2025-2027, er formansskráin løgd fram í Nuuk í dag. Danmark, Grønland og Føroyar eiga øll lut í formansskránni. Føroyar hava…
Styrkja samstarvið millum Havstovuna og íslendska Hafrannsóknastofnun
Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur Hafro. Endamálið við vitjanini var m.a. at kunna seg um virksemið…
Børn og Havstovan á Sjómannadegnum
Aftur í ár luttóku granskarar á Havstovuni á Sjómannadegnum í Klaksvík. Uppgávan var at kanna fisk, sum børnini høvdu fiskað fríggjakvøldið, tá fiskikapping varð fyriskipað. Tað vóru Eydna í Homrum,…
Verkfrøðilesandi í starvslæru á Havstovuni
Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaðinum hjá Jákupi, ið væntandi lýkur prógv sum fiskivinnuverkfrøðingur…