
Løgtingið vitjaði umborð á Jákup Sverra
Hósdagin 17. desember vitjaðu løgtingsfólk umborð á Jákup Sverra, har umboð fyri Havstovuna, MEST, maskinstjórin og skiparin vístu teimum runt á tí frálíka skipinum og greiddu frá umstøðunum og útgerðini umborð.
Eftir at tey høvdu sæð skipið og fingið frágreiðingar, bjóðaði kokkurin ein drekkamunn í messuni. Har fingu tey frágreiðing um gongdina í verkætlanini, heilt frá projekteringi og til nú, skipið er liðugt.
Løgtingsfólkini vóru bergtikin av tí framúr snøgga, framkomna og væl útgjørda skipinum. Eisini vóru tey sera væl nøgd við, hvussu væl verkætlanin var greidd úr hondum, at byggingin er framd fyri tann avtalaða prísin og at tann fíggjarkarmur, sum løgtingið hevði játtað, varð hildin.
Viðkomandi tíðindi
Havstovan nýggja heimasíðu
Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eitt munandi framstig í mun til undanfarnu…
Vitjan úr Íslandi
Í síðstu viku fekk Havstovan vitjan av systurstovninum í Íslandi – Hafrannsóknastofnun (HAFRÓ). Endamálið við vitjanini í Føroyum var at kunna seg um ymiska gransking í havumhvørvi. Við á ferðini…
Skúlaflokkar vitja Havstovuna
Tórshavnar kommuna skipar fyri umhvørvisviku, og í hesum sambandi hava fleiri skúlaflokkar verið á vitjan á Havstovuni. Her hava tey hoyrt um, hvussu havstreymar ferðast fram við Føroyum, og hvussu…
Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking
Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt føroyskt umboð er í toyminum, og tað er Karin…