
Hava funnið ókendan djúpan havstreym
Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda ráki fer gjøgnum Bankarennuna, sum er eitt djúpt skarð millum Landgrunnin og Føroyabanka. Henda “pumpa” dregur heitan sjógv úr Golfstreyminum og norðureftni fram við Føroyum, og heita rákið elvir til lýggja veðurlagið við okkara leiðir.
Higartil hava granskarar hildið, at djúpi kaldi sjógvurin streymar tætt at føroyska landgrunninum – við klokkuni – áðrenn hann kemur í Bankarennuna. Tó vísir ein nýggj grein í tíðarritinum Nature Communications (les her) at størsti parturin av djúpa rákinum er at finna í smalari strálu eftir hellingini norðan fyri Hetland (sí mynd). Hetta rák hevur tískil sín uppruna longur eystri enn hildið. Nýggja perspektivið kann hjálpa granskarum betri at skilja broytingarnar í vatnflutningi, hita og saltinnihaldi, sum vit máta í hesum týdningarmikla ráki.

Miðalstreymur tvørtur um signingarleiðina hjá Norrönu, millum Føroyar (til vinstru) og Hetland. Bláir litir vísa at miðalrákið vendur suður gjøgnum Hetlandsrennuna – bæði sunnan fyri føroyska landgrunnin, og í dýpinum við hellingina norðan fyri Hetland (higartil ókendi streymurin). Reyðir litir vísa norðurvent rák, móti Arktis.
Tað eru, millum annað, nýggjar mátingar frá Norrönu, sum hava avdúkað hesa streymstrálu. Í samstarvi millum Smyril Line og granskarar úr USA, hevur Norröna havt streymmátara undir botninum í skjótt tíggju ár. Talan er um eitt slag av ekkoloddi, sum brúkar sonevndu “Doppler effektina” (sami háttur sum løgreglan brúkar, tá hon ger ferðmátingar í ferðsluni). Við sera neyvari vitan um ferðina og kósina hjá Norrönu, og hartil vitan um sjóvarfallið, ber til at rokna djúpu streymarnar. Vit vilja nýta høvið at takka Smyril Line fyri góða samstarvið.
Granskarar á Havstovuni, Sveriges meteorologiska och hydrologiska institut, University of Rhode Island (USA) og fleiri, hava staðið fyri arbeiðinum.
Hjálmar Hátún ( hjalmarh@hav.fo) og Karin Margretha H. Larsen ( karinl@hav.fo)
Viðkomandi tíðindi
Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður
Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Bankarennuna. Í eini nýggjari útgreining verður víst, at sjógvur úr Íslandshavinum…
Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi
Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari grein vísa vit, at hetta eisini ger seg…
Hava funnið ókendan djúpan havstreym
Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda ráki fer gjøgnum Bankarennuna, sum er…
Legan hjá Golfstreyminum ávirkar havumhvørvið kring Føroyar
Flest øll hava hoyrt um Golfstreymin. Nógv vita eisini, at broytingar í styrkini av hesum ráki kann ávirka havumhvørvið og veðurlagið her um okkara leiðir. Men hesin sterki streymur flytir…