{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hava funnið ókendan djúpan havstreym

Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda ráki fer gjøgnum Bankarennuna, sum er eitt djúpt skarð millum Landgrunnin og Føroyabanka. Henda “pumpa” dregur heitan sjógv úr Golfstreyminum og norðureftni fram við Føroyum, og heita rákið elvir til lýggja veðurlagið við okkara leiðir.

Higartil hava granskarar hildið, at djúpi kaldi sjógvurin streymar tætt at føroyska landgrunninum – við klokkuni – áðrenn hann kemur í Bankarennuna. Tó vísir ein nýggj grein í tíðarritinum Nature Communications (les her) at størsti parturin av djúpa rákinum er at finna í smalari strálu eftir hellingini norðan fyri Hetland (sí mynd). Hetta rák hevur tískil sín uppruna longur eystri enn hildið. Nýggja perspektivið kann hjálpa granskarum betri at skilja broytingarnar í vatnflutningi, hita og saltinnihaldi, sum vit máta í hesum týdningarmikla ráki.

Miðalstreymur tvørtur um signingarleiðina hjá Norrönu, millum Føroyar (til vinstru) og Hetland. Bláir litir vísa at miðalrákið vendur suður gjøgnum Hetlandsrennuna – bæði sunnan fyri føroyska landgrunnin, og í dýpinum við hellingina norðan fyri Hetland (higartil ókendi streymurin). Reyðir litir vísa norðurvent rák, móti Arktis.

Tað eru, millum annað, nýggjar mátingar frá Norrönu, sum hava avdúkað hesa streymstrálu. Í samstarvi millum Smyril Line og granskarar úr USA, hevur Norröna havt streymmátara undir botninum í skjótt tíggju ár. Talan er um eitt slag av ekkoloddi, sum brúkar sonevndu “Doppler effektina” (sami háttur sum løgreglan brúkar, tá hon ger ferðmátingar í ferðsluni). Við sera neyvari vitan um ferðina og kósina hjá Norrönu, og hartil vitan um sjóvarfallið, ber til at rokna djúpu streymarnar. Vit vilja nýta høvið at takka Smyril Line fyri góða samstarvið.

Granskarar á Havstovuni, Sveriges meteorologiska och hydrologiska institut, University of Rhode Island (USA) og fleiri, hava staðið fyri arbeiðinum.

Hjálmar Hátún ( hjalmarh@hav.fo) og Karin Margretha H. Larsen ( karinl@hav.fo)

Viðkomandi tíðindi

  • Tveir djúpir havstreymar undan kavi

    Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á Íslandsrygginum, ímeðan hin gongur gjøgnum Hetlandsrennuna í…

    Les meira

  • Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

    Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrslit var, at tá meira kaldur sjógvur kemur úr Íslandi, er meira…

    Les meira

  • Norskahavsmeldurin knýtir heitt innrák og kalt yvirflot

    Tað er vælkent at heitur Atlanssjógvur rekur norðureftir fram við Føroyum, kølist og søkkur norðanfyri, og vendur suðureftir aftur í dýpinum sum ísakalt yvirflot. Í nýggjari grein vísa vit, at…

    Les meira

  • Subpolari meldurin stýrir vistskipanum

    Vistskipanir eru ikki støðugar. Vistskipanin á føroyska landgrunninum broytist bæði við einum syklusi á 58 ár og einumsyklusi, sum tekur áratíggju. Subpolari meldurin sunnan fyri Ísland og Grønland er ein…

    Les meira