
Tranthavmús
Rhinochimaera atlantica
Tranthavmús er spísk í báðum endum, tjúkkast um bulin. Hon hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra stutt og høg við stórum píki frammanfyri. Aftara ryggfjøður er long og lág. Hon hevur stórar uggafjaðrar. Hevur ikki stert, men langan og klænan hala. Hann er ikki so langur sum á summum øðrum havmúsum. Oman á ovaru halafjøður eru nakrir heilt smáir pinnar ella finnur. Sermerktur er hin langi tranturin, ið stingur fram úr høvdinum. Kjafturin er lítil og situr væl fremri enn eyguni. Sansigøgn í strikum um alt høvdið, umframt striku aftur til halan.
Útbreiðsla
Tranthavmús fæst í øllum tí djúpa sjónum sunnan fyri og vestan fyri Føroyar. Undir Íslandi um Føroyar til Biskeiavíkina, Vesturafrika, Namibia til Suðurafrika. Í Vesturatlantshavinum er hon frá Nova Scotia til New England.

Stødd
Tranthavmús verður upp í 140 cm í fullari longd, ella 90 cm til aftara enda á aftaru ryggfjøður.
Dýpi
Hon er úr 500 m niður á 1500 m.
Litur
Hon er ljósbrúnlig á baki og síðum, ljósari ella gráhvít undir búkinum. Stórar tranthavmýs fiskaðar á djúpum vatni hava mjólkarvatnslit. Fjaðrarnar eru myrkari enn bakið.
Eyðkenni
Kjafturin er væl fremri enn eyguni. Tranthavmúsin hevur nakrar smáar vøkstir upp úr stertafjøðurini. Nevhavmúsin hevur teir ikki. Tranturin gongur fram úr enninum, heldur enn úr yvirkjaftinum, sum á nevhavmús.
Týdningur
Hon hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Tranthavmús |
Lat: | Rhinochimaera atlantica |
Eng: | Knifenose chimaera, Spearnose chimaera, Straightnose rabbitfish |
Fra: | Chimére couteau, Chimére á nez mou |
Ísl: | Trjónufiskur |
Jap: | Nishi-tenguginzame |
Spa: | Quimeras elefante, Chimère nez lance, Narigón sierra |
Sve: | Långnosad havsmus |
USA: | Knifenose chimaera |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast
Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…