
Mjáangi
Sagamichthys schnakenbecki
Mjáangi er hægstur og breiðastur um nakkan, mjækkar aftur til ta høgu klingruna. Høvdið er minni enn 1/3 av standardlongdini. Hann hevur stór eygu, og gronin er styttri enn eygnatvørmátið. Kjaftbeinið kemur aftur til aftaru eygnatrom, ella beint afturum. Ryggfjøðurin situr aftarlaga á bakinum. Gotfjøðurin er umleið hálva ryggfjøður aftari. Búkfjaðrarnar eru aftanvert miðjan fiskin. Hann hevur smáar uggafjaðrar og sýldan stert. Ljósgøgn eru undir búkinum, sporlinum og millum uggafjaðrarnar. Ein lítil angi er í skræðuni beint oman fyri uggafjaðrarnar. Hann hevur onga roðslu á kápuni.
Útbreiðsla
Mjáangi er sunnan fyri ryggirnar Grønland/Skotland til Biskeiavíkina. Hann er úti í Atlantshavinum, við Madeira,Grønhøvdaoyggjar og Asoroyggjar og suður til Namibia. Hann er fingin nakrar ferðir á Íslandsrygginum og við bankarnar vestanfyri.

Stødd
Mjáangi verður upp í umleið 25 cm, kanska longri, vanliga millum 15 cm og 20 cm.
Dýpi
Hann er millum 365 og 1200 metra dýpi.
Litur
Hann er javnt dimmur, dimmbrúnligur.
Eyðkenni
Lítli angin oman fyri uggafjøðurina og ljósgøgnini, støddin og liturin. Fremstu tenninar í yvirkjaftinum eru ikki stórar og framrendar, sum í øðrum angum.
Týdningur
Mjáangi hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Mjáangi |
Lat: | Sagamichthys schnakenbecki |
Dan: | Schnagenbecks skulderlysfisk |
Eng: | Schnakenbecks searsid |
Ísl: | Ránarangi |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast
Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…