
Edlafiskur
Bathysaurus ferox
Edlafiskur er mjávaksin fiskur, høvdið er flatt, og gronin minnir um krokodillunev. eyguni eru smá og sita út móti hvørji lið á skøltinum. Fremri rundingur á eyganum situr yvir miðjuni á kjaftinum. Hann er roðslusettur líka úr klingruni fram móti eygunum. Hann hevur næstan beina striku frá kápuklovinum aftur í klingruna. Uggafjaðrarnar eru langar, og mittasti teinur er sjónliga longstur. Ryggfjøðurfestið er langt, um tvær ferðir gotfjøðurfestið. Ryggfjøðurin er umleið líka høg sum bulurin og byrjar beint yvir búkfjaðrunum. Hann hevur eina gotfjøður. Miðalstóran, eitt sindur sýldan stert. Stóran kjaft við nógvum hvøssum tonnum.
Útbreiðsla
Hann er undir Íslandi og úr Davisfirði til Suðurafrika og Brasil. Í indiahavinum og Kyrrahavinum. Hann er fingin vestur av Føroyabanka á umleið 700 metra dýpi, út av Lúsabanka á 1800 m dýpi, út av Bankarygginum á 730 metra dýpi, og á Íslandsrygginum á 500-700 m dýpi.

Stødd
Edlafiskur verður upp í 67 cm langur, vanliga er hann um 55 cm.
Dýpi
Hann er botnfiskur á dýpum úr 600m niður á 3500 m ella enn djúpari.
Litur
Hann er gráligur, grásvartur.
Eyðkenni
’Krokodillunevið’, nógvu og hvøssu tenninar og langi teinurin mitt í uggafjaðrunum.
Týdningur
Edlafiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
Nøvn á fiski á øðrum máli
Før: | Edlafiskur |
Lat: | Bathysaurus ferox |
Dan: | Dybhavsøgle |
Eng: | Deepsea lizardfish |
Ísl: | Vargakjaftur |
USA: | Deepsea lizardfish |

Vit viðmæla
Viðkomandi tíðindi
Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast
Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” í Klaksvík, sum…
Tilmæli 2024
Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at…
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…
Merking av fiski á Føroyabanka
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…