Ráðgeving

Sambart §5 stk 11 í lógini um vinnuligan fiskiskap er Havstovan fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum og letur landsstýrismanninum upplýsingar viðvíkjandi støðuni í fiskastovnunum og vísindarligar tilráðingar og metingar samsvarandi endamálinum í hesi lóg.

 

Havstovan skal eisini á hvørjum ári innan 15. juni lata landsstýrinum tilráðing um talið av fiskidøgum komandi fiskiár.

 

Í hesum pettinum av heimasíðuni verða tilmælini síðstu árini at finna. Eisini verða tilmælini frá ICES fyri teir fiskastovnar sum hava áhuga fyri føroysk fiskiskip at finna her.