
Videokanning av korallum í juni 2018
Annað árið á rað hevur Magnus Heinason gjørt videoupptøkur av havbotninum kring Føroyar.
Í ár var áhersla løgd á tey djúpu økini suður-vestur úr Føroyum. Økið millum Sandoyarbanka og Suðuroyarbanka, har korallir vórðu sæddar í fjør, varð tó eisini kannað, sí kort niðanfyri.

Støðir við videokanning av korallum undir Føroyum í juni 2018, svartir trýkantar, og í 2017, reyðir fýrakantar. Ikki var væntað at finna korallir í økinum norðan- og eystan fyri Føroyar og tí vóru støðir ikki tiknar har.
Korallir vórðu staðfestar í trimum økjum: Suður av Sandoyarbanka, suður av Føroyabanka og suður av Bill Baileybanka. Í norðara kanti á Føroyabanka, norðan fyri Skeivabanka og á Munkagrunninum vóru korallir fyrr í tíðini, men á hesum støðum vóru ongar korallir at síggja á hesum túrinum.
Nógvar áhugaverdar eygleiðingar vóru av svampi, botndjórum og fiski. Les alla frágreiðingina her.
Viðkomandi tíðindi
Korallir á video
Líka síðani áttatiárini eru kanningar gjørdar av korallunum í havinum við Føroyar. Seinastu árini er hetta gjørt við undirsjóvarupptøkutóli, sum higartil hevur filmað 434 kilometrar av havbotninum. Hetta er úr…
Delikatessa til agn
Samstundis sum gággan í føroyskum hugaheimi er við at fl yta seg frá at vera agn til at vera ein delikatessa til útflutnings, økist fokus á hetta serstaka djórið. Hetta…
Vard sjóøki
Vard sjóøki – á enskum Marine Protected Areas, stytt MPA – kunnu allýsast sum landafrøðilig øki, sum eru útvald fyri at varðveita livandi tilfeingi havsins og skulu fyrisitast við eini…
Korallir verða avmyndaðar
Síðan 2003 eru undirsjóvarupptøkur gjørdar av havbotninum í ein útnorðing úr Mykinesi, á Suðuroyarbankanum og á Munkagrunninum. Royntverður at fáa eina heildarmynd av minkaðu koralløkjunum við Føroyar. Hetta er úr…