{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Váryvirlitstroling – Føroyabanki

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2512

Tíðarskeið: 19-26/3 – 2025

Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang

Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum á Føroyabanka. Harumframt at taka hydrografistøðir og fáa sjógvsýni til e-DNA verkætlan hjá Havstovuni.

Støðir (reyðar stjørnur) og siglingarleið (blá linja) á váryvirlitstrolingini á Føroyabanka.

Tilsamans 26 av 29 støðum vórðu kannaðar á váryvirlitstrolingini á Føroyabanka. Í hálunum vórðu skrásett 34 fiskasløg og tvey sløg av høgguslokki, umframt aðrar verur, t.d. reyðkrabbi, igulker, slangustjørna og sjósól. Mest varð fingið av hýsu (sí Talvu 1), og var munandi partur av hýsuveiðuni smáhýsa (< 45 cm). Nøgdin av toski var á sama støði sum síðstu árini (sí Talvu 1 og Mynd 1) og nakað varð fingið av smærri toskum, sí Mynd 2. Toskurin er væl fyri og hevði etið mest av nebbasild og nakað av krabbadjórum.

Talva 1. Veiða pr. fiskaslag

FiskaslagVeiða í alt (kg)Kg pr. tíma
HÝSA (allar støddir) 39.238       1.509,0
TOSKUR    9.847       378,7
KNURRHANI    3.955       152,1
HAVMÚS    1.470         56,5
UPSI    1.049         40,4
LONGA       813         31,3
GULLLAKSUR       502         19,3
SVARTKJAFTUR       385         14,8
KJAFTSVARTI KONGAFISKUR       151            5,8
MATHØGGUSLOKKUR       119            4,6
HAVTASKA       107            4,1
KORALL LOPHELIA       101            3,9
HVÍTINGSBRÓÐIR         99            3,8
LÍTLI KONGAFISKUR         89            3,4
GLÝSA         30            1,2
KALVI         30            1,2

Mynd 1. Nøgdin (kg pr. tíma) av toski og hýsu (størri enn 45 cm) í váryvirlitstrolingunum á Føroyabanka í tíðarskeiðinum 1994-2025. Árini 2004 og 2005 mangla, tí ongin váryvirlitstroling var á Føroyabanka hesi bæði árini.

Mynd 2. Longdarbýtið hjá toski um várið á Føroyabanka frá 1994-2025.


Túrfrágreiðingar

Viðkomandi tíðindi

Eitt vet meira av toski

20.03.2025

Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er r…

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan

13.02.2025

Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

15.11.2024

Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár

03.04.2024

Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vó…

Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum

14.03.2024

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framv…

Tilmæli 2024

19.12.2023

Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

24.11.2023

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovn…

Merking av fiski á Føroyabanka

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl a…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…

Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá?

26.09.2023

Innleiðsla Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyr…

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

18.09.2023

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál…

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka

12.04.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka, har 29 hál á ein tíma vórðu tikin. Aftur í ár var nógv at fáa a…

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum

12.04.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar. Stø…

Nógvar kanningar gerast á Føroyabanka

15.03.2023

Komandi vikuna skal havrannsókarskipið Jákup Sverri á Føroyabanka í sambandi við árligu yvirlitistrolingina um várið. Umframt kanning av støðuni hjá b…

Lítið av toski og nógv av hýsu

01.03.2022

Tær árligu yvirlitstrolingarnar á vári á føroyska landgrunninum eru nú gjørdar við Jákup Sverra. Tikin vóru øll 100 hálini, har hvørt hál vardi ein tí…

Toskur, hýsa og upsi eta ymiskt

19.09.2016

Magakanningar vísa, at føðin hjá toski, hýsu og upsa er rættiliga ymisk. Ein orsøk er, at tey finna sær føðina á ymiskan hátt. Hetta er úr Sjóvarmál 2…