
Umhvørvis DNA og vistskipanargrundað fiskiveiðustýring
Skotið hevur verið upp at nýta umhvørvis DNA (uDNA) til at bøta um metingar av fiskastovnum og útgreina tørvin á vitan, sum krevst til vistskipanargrundaða fiskiveiðustýring, ið á enskum verður nevnd: “Ecosystem-Based Fisheries Management (EBFM)”.
Til at fremja vistskipanargrundaða fiskiveiðustýring krevst betri vitan um ymsar partar av vistskipanini, sum eru ov lítið kannaðir. Dømi eru mikroverur, plantuplankton, ymisk smá fiskasløg, hvalspýggjur, krill og botndjór. Nógvar av hesum kanningum kunnu við fyrimuni gerast við uDNA. Serstakliga fiskur, sum ikki hevur søluvirði, stovnar, sum ikki ber til at trola eftir, samanhangandi hópar av fleiri sløgum, óvanlig ella viðbrekin sløg. Tílíkar kanningar kunnu fevna víða bæði í tíð og staði, tær kunnu útgreina avleiðingar av veðurlagsbroytingum og geva vitan um ótroyttar stovnar.
Ein avbjóðing er at finna javnvágina millum tørvin á nýggjari vitan og óvissuna í uDNA kanningum. Ein nýggj grein lýsir møguleikar og avbjóðingar við at nýta uDNA til vistskipanargrundaða fiskiveiðustýring. Við í útgreiningini hava verið umboð úr USA, Noregi og Føroyum. Greinin er tøk her.
Ian Salter ( ians@hav.fo)
Viðkomandi tíðindi
Umhvørvis-DNA kann brúkast til at kanna nøgd av toski
Í eini verkætlan um tosk kring Føroyar er á fyrsta sinni prógvað, at eDNA úr sjógvi kann brúkast til at finna útbreiðslu og nøgd av einum fíggjarliga týðandi fiskaslagi. Hetta…
DNA kanningar av lívsins margfeldi og útbreiðslu í havinum
Tað er týdningarmikið at skilja samanhangir í lívfrøðiliga margfeldinum og útbreiðslu av plantu- og djórasløgum fyri at kunna hava eina skynsama umsiting og handfaring av vistskipanum í havinum. Nýliga er…