
Um miðal av svartkalva í ár
Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2022. Fyribilsúrslitið frá túrinum í ár gav í miðal 106 kg svartkalva per troltíma (sí mynd niðanfyri). Í miðal fyri árini 1995-2021 vóru fiskaði 115 kg av svartkalva um tíman, so í 2022 var veiðan eitt vet undir miðal.
Av tí at ymiskt arbeiði skuldi gerast umborð á Jákup Sverra áðrenn fráferð, bleiv túrurin einans 3 dagar langur og ikki 6 sum ætlað. Av tí sama vórðu einans 11 støðir tiknar og tær vóru allar eystanfyri. Av 2.680 longdarmátaðum svartkalvum vóru umleið 70% millum 45 og 55 cm langir, tvs. smáur svartkalvi. Magakanningar vístu, at svartkalvi í høvuðsheitum etur svartkjaft.
Svartkalvakanning hevur verið gjørd á hvørjum ári síðani 1995. Á hesum túri verður svartkalvi kannaður í kantinum á føroyska landgrunninum. Troldýpið liggur vanliga millum 400 og 500 metrar og botnhitin er vanliga um 1-2 °C.
Øll túrfrágreiðingin kann lesast her.

Viðkomandi tíðindi
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaftur var at síggja út frá skotsku hellingini.…
Eitt vet meira av toski
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er rakari enn síðstu árini,…
Laksur fingin á Landgrunninum
Á yvirlitstrolingini á Landgrunninum í februar fekk Jákup Sverri ein laks í trolið norðan fyri Føroyar. Laksurin hevði púra óskaddar fjaðrar og stert, og bendir hetta á, at hann ikki…
Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur manningin lagt eina fortoying út.…