
Tað seinasta frá merktu grindahvalunum
Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í Sandavági, har ein hvalur varð merktur 26. juni og fimm hvalir 19. juli, og so ein merking í Íslandi, har tveir hvalir vórðu merktir 16. juli.
Samanumtikið, so vóru merktu grindahvalirnir frá Sandavági rættiliga støðufastir. Teir hildu seg stórt sæð í eystaru hellingini av Hetlandsrennuna, har teir ferðaðust nakað suður og norð fram við hellingini. Eini hvalurin gjørdi eisini okkurt rend norður í kantin av Norskahavinum. Og ein hvalur flutti eftir eina tíð suður á Bankaryggin. Hetta var sama økið, har hin einsamalli merkti grindahvalurin helt til. Hóast merktu grindahvalirnir ofta ferðaðust í sama øki, so hildu teir ikki saman.
Báðir grindahvalirnir, ið vórðu merktir frá báti suður úr Vestmannaoyggjum, hildu fyrstu tíðina til í hellingini suður av oyggjunum. Kortini ferðaðust teir ikki saman. Haðani fór eini hvalurin vestur í Danmarkarstrætið, har sambandið síðani slitnaði.
Viðkomandi tíðindi
Merktu grindirnar tætt saman
Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp á hvørja aðra, hóast fjarstøðan eina løtu…
Nú eru tvær merktar grindir
Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgisveinasendarar…
Merktu grind í Klaksvík
Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja nakrar hvalir. Tað eydnaðist at…
Merkta grindin sunnan fyri Rockall
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyrst fram við hellingini av bretska landgrunninum, síðan vestur…