
Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi
Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari grein vísa vit, at hetta eisini ger seg galdandi í havøkinum fram við Grønlandi.
Ymiskt lendi, gróður og djóralív ger, at økir á landi kunnu bólkast í sonevnd biogeografisk øki – t.d. frostmýrar, nálaskógir, velt jørð o.s.fr. Hóast mørkini í høvunum ikki eru so neyv og støðuføst sum á landi, so verða havøkir eisini býtt upp í slík biogeografisk øki. Økið við flógvum Atlantssjógvi kring Føroyar, við álum sum strekkja seg vestur móti Grønlandi og norður móti Barentshavinum, verður nevnt boreala økið (sí mynd).
Í nýggju greinini, sum er útgivin í tíðarritinum Fish and Fisheries (les her), vísa vit, at nøgdin av borealum fiskasløgum økist við Eysturgrønland, tá subpolari meldurin viknar, og havøkið sum heild hitnar. Hetta hendi í tíðarskeiðnum 1996-2000, sum merkir, at boreala økið tá víðkaði seg vestureftir. Tekin eru um at boreala økið hevur trekt seg eystureftir aftaná 2015, nú meldurin aftur gjørdist sterkari. Kanningin fevnir um borealu fiskasløgini: longu, upsa, hýsu, steinbít, gulllaks, brosmu, svartkjaft, blálongu, klingruskøtu og rísið langasporl.
Hjálmar Hátún (hjalmarh@hav.fo)

Viðkomandi tíðindi
Subpolari meldurin stýrir vistskipanum
Vistskipanir eru ikki støðugar. Vistskipanin á føroyska landgrunninum broytist bæði við einum syklusi á 58 ár og einumsyklusi, sum tekur áratíggju. Subpolari meldurin sunnan fyri Ísland og Grønland er ein…
Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi
Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari grein vísa vit, at hetta eisini ger seg…
Tá várgróðurin er góður, kemur meira undan av yngli á Landgrunninum og hann veksur betri
Ein vísindalig grein við heitinum “Environmentally Driven Ecological Fluctuations on the Faroe Shelf Revealed by Fish Juvenile Surveys” er almannakunngjørd í tíðarritinum Frontiers in Marine Science.Sólvá Jacobsen (solvaj@hav.fo) hevur skrivað…
Avbera nógvur gróður í 2017
Gróðurin í 2017 eydnaðist avbera væl, og er tann besti síðani aldamótið. Orsøkina til nógva gróðurin kenna vit ikki til fulnar. Men av royndum vita vit, at tá gróðurin er…