
Skúmið er gróður
Gróðurin á føroyska landgrunninum er byrjaður, men hann kann vera torførur at síggja, av tí at plantuæti er sera smáar verur. Men í góðveðrinum í gjár sást gróður fram við landi sum hvítt skúm. Hesin gróðurin er av slagnum Phaeocystis, sum er ein flagellatur. Phaeocystis er serlig við tað at hon livir í felag, tvs. at fleiri halda saman. Tá nógv er til av hesum slagnum, sæst hetta sum ein hvít skúmrond fram við landi. Hetta plantuætið er vanligt við Føroyar hesa ársins tíð.
Stutt filmsupptøka av “skúmi” fram við Stykkinum sæst her.
Viðkomandi tíðindi
Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tíð. Spennandi…
Minni av toskayngli í ár
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…
Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir standard hydrografiskir skurðir. Nógva staðni var…