
Skúm á sjónum
Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av slagnum Phaeocystis pouchetti.
Á Havstovuni kanna vit hvørja viku ymsar parametrar, sum eru tengdir at alguvøkstri í sjónum. Síðstu tíðina hava vit arbeitt við einum nýggjum mátihátti, sum er ein sjálvvirkin greining av myndum av algum (eitt sonevnt Flowcam tól). Hetta loyvir okkum at kanna hvørji algusløg eru í sjónum longu fáar minuttir eftir, at prøvin er komin á Havstovuna.
Nøgdin av Chlorophyll, sum er eitt mát fyri samlaðu nøgdina av algum í sjónum, er hækkað síðstu vikurnar, og tað bendir á eina uppblóming av algum á Landgrunninum. Myndagreiningin hevur víst, at seinastu tvær vikurnar eru nøgdirnar av Phaeocystis pouchetti hækkaðar nógv, soleiðis at hetta alguslagið nú hevur yvirvág í algusamansetingini (sí Mynd).
Einstøku Phaeocystis pouchetti algurnar eru smáar (<0.01mm), men undir ávísum umstøðum skipa tær seg soleiðis, at tær saman blíva til stórar slímutar klumpar (sí mynd). Hetta gera tær fyri at forða fyri, at tær verða etnar av smáum djóraæti, og tað loyvir teimum samstundis at gerast sera talríkar. Tá slímutu klumparnir detta sundur, gevur tað skúm, sum samlast á vatnskorpuni. Sjálvt skúmið er ikki eitrandi, men Phaeocystis algur eru bólkaðar sum órógvandi algur.
Viðkomandi tíðindi
Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður
Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá Lívfiskastøðini í Skopun, sum m.a. verður kannaður…
Broytingar í plantuæti
Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska landgrunninum. Plantuæti er grundarlagið undir øllum lívi í sjónum. Í…
Skúm á sjónum
Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av slagnum Phaeocystis…
Yngul- og ætikanningar 2023
Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli á Landgrunninum var yvir…