{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nýtt frá merktu grindahvalunum

Havstovan hevur merkt tvær grindir í summar, báðar á Sandavági. 26. juni var ein hvalur merktur og 19. juli vóru fimm hvalir merktir. Umframt vóru tveir grindahvalir merktir í Íslandi 16. juli, í samstarvi við granskarar í Vestmannaoyggjum. Hesir sendararnir vóru skotnir í hornið á opnum havi. Ætlanin var eisini at merkja eini grind í Streymnesi 19. august, men hetta miseydnaðist vegna vánaligt veður. Havstovan takkar øllum, ið hava hjálpt til við merkinunum.

Einsamalli merkti hvalurin frá 26. juni gav at byrja við ongar positiónir, kortini at samband var við sendaran. Men í tíðarskeiðinum 4. til 9. august, 40 dagar eftir at hann var merktur, sendi hann positiónir, ið vísti at hann tá var staddur suðuri á Bankarygginum, og hevði kós móti Føroya Banka. Síðan hevur hann ikki sent aftur.

Merkta grindin frá 19. juli helt kósina út av Sandavági og í ein landsynning, út í Hetlandsrennuna. Har fór eini hvalurin frá hinum, og suður á Bankaryggin, meðan hinir hvalirnir hildu kósina í ein landnyring, norður í hellingina eystaru megin Hetlandsrennuna. Síðan hava hvalirnir ferðast nakað suður og norð, fram við hellingini, men hava kortini ikki fylgst alla tíðina. Ein hvalur sendir enn, og hevur hann seinastu dagarnir ferðast enn longur norður, út í Norskahavið.

Báðir grindahvalirnir, ið vóru merktir í Vestmannaoyggjum, hildu fyrstu tíðina til í hellingini suður av Vestmannaoyggjum, kortini at teir ikki ferðaðust saman. Síðan fór eini hvalurin vestur eftir, og var komin vestur í Danmarkarstrætið, millum Ísland og Grønland, tá sambandið slitnaði.

Viðkomandi tíðindi

  • Springari á Kappanum

    Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. Hesin springarin dvaldi bert stutta tíð í…

    Les meira

  • Nú síggjast nósar

    Eyðkendu hvítu nósarnir, ið av og á síggjast søkja sær skjól inn á firðum og sundum um heystið, deila óhepnu støðuna at verða skolaðir út av látrum. Samstundis hava teir…

    Les meira

  • Nýtt frá merktu springarunum

    Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir springarar í Norðragøtu 30. august. Havstovan takkar…

    Les meira

  • Nýtt frá merktu grindahvalunum

    Havstovan hevur merkt tvær grindir í summar, báðar á Sandavági. 26. juni var ein hvalur merktur og 19. juli vóru fimm hvalir merktir. Umframt vóru tveir grindahvalir merktir í Íslandi…

    Les meira