
Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur
Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur Millum Grønland og Skotland rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í Norðurhøv (reyðu pílarnir á myndini). Tað mesta av hesum sjógvi ferðast fram við Føroyum og er helst høvuðsorsøkin til, at vit hava so lýtt veðurlag, tá hugsað verður um, hvussu norðarlaga Føroyar liggja.
Hesin heiti sjógvur ferðast víðari móti arktiskum økjum (brotnu reyðu pílarnir) og hitar tey. Hann bræðir havís og gevur stórum havøkjum góð livilíkindi fyri uppsjóvarfiski. Tí hevur nógvur dentur verið lagdur á at kanna rákið av hesum sjógvi og serliga at útgreina broytingar. Fleiri lond hava mátað ymiskar greinar av rákinum, og Havstovan hevur í meiri enn tjúgu ár verið við í hesum kanningum. Okkara mátingar hava serliga snúð seg um rákið millum Ísland og Føroyar, sum nevnist “Føroyastreymurin” og er tann sterkasta greinin. Eisini hava vit saman við skotum kannað greinina, sum rennur millum Føroyar og Hetland.
Vanliga eru mátingarnar hjá teimum ymisku londunum útgreinaðar fyri hvørt øki sær; men tann 23. november 2020 kunngjørdi vísindaliga tíðarritið “Nature Climate Change” eina grein, sum samanfatar kanningar frá nógvum ymiskum økjum. Greinin hevur heitið “Increased ocean heat transport into the Nordic Seas and Arctic Ocean over the period 1993-2016” og viðger serliga varmaflutningin inn í arktisku havøkini. Ein høvuðsniðurstøða í hesi grein er, at varmaflutningurin øktist eini 7% aftan á 2001. Áður hava okkara egnu kanningar víst, at varmaflutningurin við Føroyastreyminum øktist í hesum tíðarskeiðið (grein); men nýggja greinin gevur eina meiri fullfíggjaða mynd, tí at hon tekur øll rákini inn og út úr arktiskum havøki við.
Høvuðsrithøvundur fyri nýggju greinini er Takamasa Tsubouchi, og saman við honum hava granskarar úr Noregi, Skotlandi, Íslandi og av Havstovuni skrivað greinina. Greinin er at finna her.
Bogi Hansen ( bogihan@hav.fo) og Karin Margretha H. Larsen ( karinl@hav.fo).
Viðkomandi tíðindi
Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja teir á úrslit frá eini royndarkoyring við nýggjastu…
Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland og Føroyar rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn…
Hitabylgja í havinum
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti…
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …