
Nógvur svartkjaftur sunnanfyri
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av svartkjafti í føroyskum øki í ár, áleið sum í fjør.
Talan er serliga um 2020 árgangin, men eisini 2021 og 2019 árgangirnar. Meginparturin av fiskinum hevði gýtt. Miðallongdin var 25 cm og miðalvektin 91 g í kannaða økinum.
Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd seinni í apríl.
Fyribilsúrslitini frá hinum rannsóknarskipunum, sum kannaðu økini longur suðuri, vístu, at gýtandi svartkjaftur var at síggja á leiðunum norður av Porcupine bankanum og fram við írsku og skotsku hellingini.
Les alla frágreiðingina her.
Jan Arge Jacobsen
12. apríl 2023
Viðkomandi tíðindi
Bjørt útlit fyri svartkjaftastovninum
Eftir fleiri góð ár um aldarskiftið, minkaði tilgongdin til svartkjaftastovnin niður í næstan einki; men nú kann vend koma í. Umstøðurnar í veðri og havumhvørvi seinastu tvey árini minna um…
Kanna streymin inni í svartkjaftatroli
Sum liður í norðurlendskum granskingarsamstarvi er Fiskirannsóknarstovan farin at kanna streymin inni í flótitroli. Málið er at finna útav, um streymurin har afturi í trolinum minkar so nógv, at svartkjafturin…
Heitur rokkur gevur nógvan svartkjaft
Frá 1995 og fleiri ár fram vaks svartkjaftastovnurin sera nógv. hesi somu ár var sjógvurin við rokkin heitur. granskarar síggja ein samanhang, og fyrstu kanningar stuðla undir at so er.…