
Nógv krill á Vánni í Klaksvík
Hósdagin varnaðust fólk í Klaksvík óvanliga nógv av nøkrum smáum krabbadjórum á Vánni í Klaksvík.
Havstovan hevur fingið nøkur av hesum djórunum til kanningar og kann staðfesta, at talan er um krill av einum slagi, sum á latíni eitur Meganyctiphanes norvegica. Krill er vanligt kring oyggjarnar, men sera sjáldsamt er, at so stórir tættleikar eru heilt inni við land. Áhugavert kundi verið at frætt, um fólk aðrastaðni í landinum eisini hava sæð slíkt hesar seinastu dagarnar.
Krill er týdningarmikil føði hjá m.a. svartkjafti, upsa og eisini nøkrum hvala- og sjófuglasløgum.
Viðkomandi tíðindi
Djóraæti á Landgrunninum týdning fyri fiskalarvur
Fyri livilíkindini hjá næsta ættar liðnum av fiski, teimum viðkvomu fiska larvunum, hevur millum annað nøgd og slagsamanseting av djóraæti inni á Landgrunninum stóran týdning. Hetta er úr Sjóvarmál 2018,…
Nógv krill á Vánni í Klaksvík
Hósdagin varnaðust fólk í Klaksvík óvanliga nógv av nøkrum smáum krabbadjórum á Vánni í Klaksvík.Havstovan hevur fingið nøkur av hesum djórunum til kanningar og kann staðfesta, at talan er um…
Djóraæti á Landgrunninum á vári
Nýggj grein frá Havstovuni um djóraæti á Landgrunninum á vári er kunngjørd í tíðarritinum “Journal of Marine Systems”. Heitið á greinini er “Temporal and spatial variability of zooplankton on the…
Djóraæti á Landgrunninum nógv økt seinastu árini
Rættiliga stórar broytingar hava verið í djóraæti á Langrunninum tey meira enn 20 árini, Havstovan regluliga hevur kannað æti. Tær flestu av hesum broytingunum eru sveiggj frá ári til annað,…