
Minni taðing í Norðuratlantshavinum
Júst sum grasið á landi, krevur gróður í sjónum eisini tøðevni fyri at vaksa. Í nýggjari grein (http://rdcu.be/x8i0), útgivin í Nature Scientific Reports tann 6. November, verður víst, at vetrarnøgdin av tøðevninum silikat í Norðuratlantshavinum – t.v.s. frá Labradorhavinum og heilt norður móti Barentshavinum – er nógv minkað síðani umleið 1990.
Týdningarmikla váruppblómingin hjá plantuæti er grundarlagið undir allari vistskipanini í havinum – plantuæti verður etið av djóraæti, sum verður etið av smáfiski so sum nebbasild. Um okkara leiðir er vanligt at gróðurin um summari gerst avmarkaður vegna silikattrot (grein 17. Okt). Minkandi vetrarnøgdin av silikati kann tí merkja, at gróðurin minkar, og kann hetta endurspeglast í hægri liðum í føðiketuni, har allarhelst minni av føði er tøk nú, enn tað var fyrst í 1990unum.

Ein orsøk til silikatminkingina eru veðurgóðu vetrarnir síðani umleið 1995, sum hava viðført grunnari blanding og tískil minni tilførslu av tøðríkum djúpum sjógvi upp í ovaru løgini av sjógvi. Hesi viðurskifti hanga eisini saman við, at sonevndi subpolari meldurin hevur verið veikur. Líkt er tó til, at veðurhørðu vetrarnir (grein 4. Okt) yvir Labrador- og Irmingerhavinum síðani 2014 hava økt um blandingina og styrkt subpolara meldurin. Hetta tykist at hava ført til meiri gróður og betri umstøður á Landgrunninum seinastu 2-3 árini (grein 21. Sept).
Viðkomandi tíðindi
Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild
Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrslit var, at tá meira kaldur sjógvur kemur úr Íslandi, er meira…
Føðin avger yvirlivilsi hjá toskalarvum
Føðiviðurskiftini hjá toskalarvum á føroyska landgrunninum eru sera óstøðug. Góður gróður um várið økir um nøringinahjá djóraætinum, og tað er avgerandi fyri væleydnaðan vøkstur og yvirlivilsi hjá toskalarvum. Føðiviðurskiftiniá larvu…
Gróðurin og nøringin hjá djóraæti á Landgrunninum eru ikki byrjað enn
Jákup Sverri kannaði í tíðarskeiðinum 20.-27. apríl havfrøði, plantuæti og djóraæti á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru nógvar fiskalarvur í sjónum og umráðandi er, at tær megna at finna føði.…
Gýtingin hjá reyðæti um várið er í minking
Síðani 1997 eru á hvørjum ári gjørdar mátingar av eggframleiðsluni hjá reyðæti (Calanus finmarchicus) á Landgrunninum. Kanningarnar verða gjørdar síðst í apríl m.a. við tí endamáli at kanna føðiviðurskiftini hjá…