
Metlágt saltinnihald
Eftir fleiri ár við høgum saltinnihaldið í Atlantssjónum kring Føroyar, fór at lækka aftur eftir 2010. Serstakliga minkaði saltið nógv gjøgnum 2016. Á fyrsta túri hjá Magnusi Heinasyni í februar í ár, máldu vit lægstu saltvirðir fyri Atlantssjógv, síðan hesar mátingar byrjaðu síðst í 1980unum.
Miðskeiðis í 1990unum var saltinnihaldið eisini lágt, men mátingarnar, sum eru gjørdar nú, eru eitt vet lægri enn tá. Gongdin í hita og saltinnihaldi í hesum sjógvi er vanliga tann sama í bæði føroyskum og skotskum sjógvi, og frá t.d. skotskum mátingum vita vit, at saltinnihaldið eisini var lágt í seinnu helvt av 1970unum – uppaftur lægri enn tað, vit máta nú.

Tað er í stóran mun styrkin í subpolara meldrinum, sum stýrir broytingunum í hita og saltinnihaldi á okkara leiðum. Tá hesin meldur er veikur, kemur heitari og saltari sjógvur sunnanífrá til okkara leiðir. Hinvegin, tá meldurin er sterkur, kemur kaldari og feskari sjógvur meiri vestanífrá.
Vegna nógv hitatap frá havi til atmosferu seinastu vetrarnar, sakk nógvur sjógvur niður á stór dýpi í Labradorhavinum og Irmingerhavinum, og tískil øktist styrkin á subpolara meldrinum nógv eftir veturin 2014-2015 – nakað ið fekk nógva umtalu í heimsmiðlunum sum “kalda holið í Norðuratlantshavi”. Í grein 17. november 2015 spáddi Havstovan, at hetta kundi føra við sær økta uppblanding av tøðevnum. Tað kann føra til øktan gróður og økta mongd av djóraæti, sum er føði fyri fugl og fisk. Og nú sær út til, at gongd er komin á, tí nú sæst øking í i) nøgd av nebbasild á Landgrunninum, ii) sjófugli í bjørgunum og iii) av botnfiski.
Vanliga fylgjast broytingar í hita og saltinnihaldi rættuliga væl, men soleiðis er ikki hesa ferð. Hitin í sjónum allastaðni kring Føroyar var lutfalsliga høgur í februar. Ein orsøk til hetta er óivað, at farni veturin var metheitur, og tískil er sjógvurin ikki køldur av luftini eins nógv og hann plagar. Kanningar vísa nevniliga, at meðan sjógvurin er ávegis frá Rockall-økinum í føroyskt øki, kann skiftandi køling frá luftini ávirka hitan, sum vit síggja her. Tískil kundi ein kanska væntað, at skiftandi avfall eisini ávirkar saltinnihaldið í sjónum, men hetta hevur víst seg ikki at hava so nógvan týdning. Harafturat vísti DMI á, at seinasti veturin í Føroyum var rættuliga turrur, og nógv avfall er tí ikki orsøk til lága saltinnihaldið.
Viðkomandi tíðindi
Nýggj hita- og saltmet í føroyskum sjógvi
Miðalhitin á Landgrunninum í 2009 var eins høgur og í 2003, tá hitamet varð sett. Fleiri mánaðir hava sett hitamet, eins og sjógvurin í Bankarennuni og norðanfyri setti met í…
Fjarstýrdir kavbátar rannsaka havsins kalda hjarta
Smáir kavbátar kanna hitan, saltinnihaldið, streymin og plantuplankton í havinum við Føroyar. Endamálið er at útvega upplýsingar um tað termohalina rákið – havsins kalda hjarta. Hetta er úr Sjóvarmál 2007,…
Hiti og saltinnihald sett nýggj met
Rákið í Norðuratlantshavinum er broytt nógv seinastu árini. Hetta hevur ført við sær methøgan hita og saltinnihald í sjónum kring Føroyar. Hetta er úr Sjóvarmál 2005, les víðari her. Viðkomandi…