{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Mesopelagisk djór umboða heimsins størstu migratión

Ein ovurhonds stór nøgd av havsins smáu djórum koma upp móti vatnskorpuni at eta um náttina, og ferðast niður í dýpið og myrkrið undan predatorum/rándjórum, tá sólin rísur. Um okkara leiðir er hesin mesopelagiski biomassi umboðaður av t.d. stórum djóraæti, krill, rækjum, prikkafiski og lakssild.

Slík djór “síggjast” við ekkoloddi og øðrum akustiskum tólum. Við akustiskum streymmátarum, ið standa á stórum dýpi og máta upp gjøgnum vatnsúluna, hevur Havstovan seinastu 25 árini mátað heitu og køldu streymarnar fram við Føroyum. Sum fyrsta kanning av sínum slag, hava vit brúkt hesar streymmátarar sum ekkolodd, ið, máta frá botni og upp. Úrslitini standa at lesa í nýggju greinini Vertical migration of pelagic and mesopelagic biomass from ADCP backscatter data in the southern Norwegian Sea, útgivin av tíðarritinum Frontiers in Marine Science.

Millum annað síggja vit týðiliga, at mesopelagiski biomassin fer niður í dýpið umleið 1-2 tímar áðrenn sólin rísur, og at ein stórur partur av djórunum “krógva seg” í ísakøldum sjógvi beint undir heitu Atlantisku streymunum. Hesin biomassi kemur so upp aftur móti vatnskorpuni umleið 1-2 tímar eftir sólsetur.

Møguligir spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til Hjálmar Hátún: hjalmarh@hav.fo

Viðkomandi tíðindi

  • Jákup Sverri verið á hydrografitúri

    Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …

    Les meira

  • Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði

    Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar støðugt stórar nøgdir av sjógvi inn úr Skopunarfirði, og…

    Les meira

  • Norðurlendskur fundur um plantuæti

    Í døgunum 3-5. oktober hevði norðurlendski arbeiðsbólkurin NOMP (Nordic Marine Phytoplankton) fund um plantuæti á Vinnuháskúlanum. Fiskaaling og Havstovan skipaðu fyri fundinum, har 36 luttakarar úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Norra,…

    Les meira

  • Jákup Sverri á yngul- og ætikanningum í juni

    Í seinnu helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka. Nøgdin av toska- og hvítingsbróðuryngli er tað mesta á Landgrunninum síðan 2017, men tó undir…

    Les meira