{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Merking av laksi norðanfyri

Henda kanningin er liður í eini felags norðurlendskari verkætlan at merkja laks við goymslumerkjum (Data Storage Tags, DST) fyri at kanna útbreiðslu og atburð hjá laksi í Norðuratlantshavi. Luttakandi londini eru Noreg, Ísland og Føroyar. Norðurlandaráðharraráðið fíggjar merkini, ið kosta knappar 3.000 kr. hvørt. Goymslumerkini máta klokkuna, hitan og dýpið við jøvnum millumbilum. Í hesum førinum varð tíðarskeiðið sett til hvønn hálvan tíma. Umframt høvdu vit eisini nøkur iButton merkir at seta á laksin. Hesi máta klokku og hita við føstum millumbili og eru munandi bíligari.

Hetta er úr Sjóvarmál 2002, les víðari her.

Viðkomandi tíðindi