
Marita Rasmussen nýggjur stjóri á Havstovuni
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett Maritu Rasmussen í starvið sum stjóri á Havstovuni.
Marita Rasmussen er 54 ára gomul. Hon er útbúgvin fiskivinnukandidatur á lærda háskulanum í Tromsø og master í leiðslu á Robert Gordon University í Aberdeen.
Seinastu 14 árini hevur Marita starvast sum stjóri í Vinnuhúsinum. Áðrenn tað hevur hon starvast innan føroysku fiski- og alivinnuna. Marita hevur javnan luttikið og virkað innan føroyska granskingar- og menningarøkið.
Marita Rasmussen byrjar í starvinum sum stjóri á Havstovuni eftir nærri avtalu við arbeiðsgevaran.
Viðkomandi tíðindi
Eydna í Homrum sett sum deildarleiðari
Tann 1. februar 2024 tekur Eydna í Homrum við sum deildarleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni. Eydna í Homrum er 49 ár, útbúgvin havlívfrøðingur frá lærda háskúlanum í Gøteborg í…
Helga Bára Mohr Vang sett sum varaleiðari
Tann 1. februar 2024 tekur Helga Bára Mohr Vang við sum varaleiðari á nýskipaðu Tilfeinigsdeildini á Havstovuni. Helga Bára er 38 ár, útbúgvin lívfrøðingur frá Fróðskaparsetri Føroya í 2009 og…
Føroyar fáa formannskapin í NWWG arbeiðsbólkinum
Í januar 2024 fór fram formansfundur hjá Altjóða Havrannsóknarstovninum (ICES) og høvdu Føroyar (Havstovan) eitt umboð á fundinum. Helga Bára Mohr Vang hevur átikið sær uppgávuna at leiða “North Western”…
Frágreiðing um føroysku havvistskipanina útkomin
Fríggjadagin 1. desembur almannakunngørdi ICES eina frágreiðing um føroysku havvistskipanina – á enskum “Faroes ecoregion – Ecosystem overview”. Frágreiðingin viðger m.a., hvørji mannaskapt árin eru á vistskipanina, og ikki óvæntað…