
Makrelgýting við Føroyar kannað
Í mai kannaði Jákup Sverri makrelgýting á leiðunum sunnan og vestan fyri Føroyar. Flest makrelegg vóru at síggja fram við hellingini á europeiska landgrunninum, og annars sunnarlaga í kanningarøkinum. Í grunnu økjunum á føroyska landgrunninum vóru millum fá og eingi egg at síggja (Mynd 1).

Mynd 1. Nøgdin av makreleggum, avmyndað sum sirklar. “x” merkir, at einki makrelegg varð funnið. Bláir ferningar vísa trolstøðir. Litirnir á myndini vísa vatnskorpuhita, máldan við fylgissveini vikuna frammanundan, kanningarnar byrjaðu. Makrelur gýtir vanliga ikki í sjógvi kaldari enn 6° C, og tað sæst eisini á myndini, at fá/eingi egg eru, har vatnskopuhitin liggur niður móti 6° C.
Seinast makrelgýting var kannað kring Føroyar var í 2019, og tá vórðu munandi færri egg í økinum. Tó at kanningarøkið ikki er tað sama, so bendir hetta á, at nøgdirnar av makreleggum kring Føroyar eru størri í 2022 enn í 2019.
Kanningin hjá Jákup Sverra var partur av felags kanningum, sum verða gjørdar triðja hvørt ár í havøkinum frá Biskayavíkini og norður til Føroyar í tíðarskeiðnum februar til juli. Umframt Føroyar luttóku Danmark, Niðurlond, Írland, Noreg, Portugal, Skotland, Spania, Stóra Bretland og Týskland.
Ein samlað meting av makrelgýtingini verður gjørd í august, har úrslitini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd. Tí ber ikki til at siga enn, hvat føroysku úrslitini merkja fyri makrelstovnin.
Túrfrágreiðing kann lesast her.
Sólvá Káradóttir Eliasen, kanningarleiðari.
Viðkomandi tíðindi
Minni av makreli í Norðurhøvum
Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 %. Mest…
Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
Mánadagin 17. juli kom Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri. Makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í smáum nøgdum. Ábendingar vóru um, at útbreiðslan…
Jákup Sverri ger makrelkanningar
Síðstu tvær vikurnar hevur Jákup Sverri luttikið í altjóða makrelkanningum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum. Tó at kanningarnar hava verið nakað darvaðar av veðri, hevur Jákup Sverri higartil tikið…
Makrelgýting við Føroyar kannað
Í mai kannaði Jákup Sverri makrelgýting á leiðunum sunnan og vestan fyri Føroyar. Flest makrelegg vóru at síggja fram við hellingini á europeiska landgrunninum, og annars sunnarlaga í kanningarøkinum. Í…