{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Flokking av fiski

Lívfrøðiliga verða fiskar skipaðir í tveir høvuðsbólkar: Fiskur uttan kjaft og fiskur við kjafti. Fyrr nevndi bólkur kallast rundmunnar, og bert sløgini súgari og súgállur eru undir Føroyum. Seinni bólkurin verður aftur býttur í tvey, bróskfiskar (tvørmunnar) og beinfiskar.

Bróskfiskar eru hávar, skøtur og havmýs, meðan beinfiskar er nógv tann størsti bólkurin við m.a. øllum teimum vanligu gagnfiskunum sum sild, laksi, toskafiskum og flatfiskum.

Havstovan kannar fyri tað mesta fisk, sum hevur munandi vinnuligan týdning og/ella sum er týdningarmikil liður í føðiketuni hjá hesum fiskasløgum. Undir Føroyum er hetta í størstan mun beinfiskar. Tó verður innsavnað vitan um t.d. hávar og skøtur, av tí at hesi verða fingin sum hjáveiða á t.d. yvirlitstrolingum.

Flokkdiagramm

Vel í diagramminum við at trýsta á valmyndina niðanfyri ella við at trýsta á litaðu rundingarnar.