{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Í øldir hava føroyingar gagnnýtt stóra tilfeingið í sjónum til lívsins uppihald. Við økta fólkatalinum og stórari ídnaðarmenning hava vit lagt størri trýst á havvistskipanirnar. Harafturat koma náttúrligar broytingar, sum eisini ávirka javnvágina, viðhvørt betra vegin, viðhvørt verra. Í nýggjari tíð eru so mannaelvdar broytingar lagstar afturat.

Tað liggur á okkum føroyingum at umsita alla veiðu av fugli, hvali og fiski á burðardyggan hátt, so hetta tilfeingið eisini er tøkt til komandi ættarlið. Sum liður í hesi umsiting ger Havstovan regluligar stovnsmetingar av nøkrum djórasløgum fyri at fylgja gongdini. Ein høvuðsuppgáva hjá Havstovuni er at kunna, samskifta og ráðgeva um havið og lívið í havinum.

Føðinet

Sambandið ímillum verur, ið eta hvørja aðra, nevnist ofta føðinet. Fyrsti liður í føðinetum er plantuæti, sum nørist við sólarljósi og ólívrunnum kolevni og føðslusøltum. Næsti liður er djóraæti, sum etur plantuæti. Og síðani verður etið víðari í føðinetinum av størri og størri djórum, til endaátaran. Tær verur, ið doyggja av sær sjálvum, verða niðurbrotnar til ólívrunnin kolevni og føðslusølt av bakterium – og ringrásin byrjar av nýggjum.

Vistskipan

Í havumhvørvinum eru ymisk føðinet. Saman við hita, vindi, ráki og øðrum fysiskum faktorum mynda tey ymsar vistskipanir, so sum vistskipanina inni á firðum og sundum, á Landgrunninum og á opnum havi. Ein einstáttað vistskipan við fáum luttakarum er viðbreknari mótvegis broytingum í havumhvørvinum enn ein fjøltáttað vistskipan við nógvum luttakarum. Tí er týðandi at ansa eftir, at náttúrliga margfeldið verður varðveitt.

Pulsar í vistskipanini

Lívfrøðiliga framleiðslan í havinum kring Føroyar er eyðmerkt við afturvendandi pulsum, við 6-10 ára millumbilum.

Vístu vísitøl fyri Landgrunnin umboða frumgróður, longd á fiskayngli í juni (toskur, hýsa, nebbasild og hvítingsbróður) og tilgongd til fiskastovnar og sjófugl.

Sæð okkurt spennandi?

Hevur tú fingið ein sjáldsaman fisk ella sæð okkurt annað áhugavert, vilja vit fegin frætta.

Djóralisti

A

Arktiskur prikkafiskur

Á

Álakendi úlvfiskur Állahávur Állur

B

Blankaskøta Bláaskøta Blágóma Bláhávur Blálaksur Blálonga Bláriddari Bleikja Blettuta hornabrosma Blettuti floyfiskur Boa-drekafiskur Bóghvítuhvalur Bramafiskur Brislingur Brosma Brosmubendil Brugda Brynjubúrfiskur Brynjukrutt Búksvarti hávur Búrfiskur

D

Djúpangi Djúpállur Drunnhvíti Drymbingur Dukátfiskur Døglingur Døkkhávur

E

Edlafiskur Ennifiskur

F

Fagurserkur Ferblettuta kvoysa Ferhyrnta hornabrosma Fjaðragrúkur Fjaðurfagra havmús Floyfiskur Føroyahávur Føroysk heystgýtandi sild

G

Gestfiskur Glaskvoysa Glíggjhávur Glýsa Glæmufiskur Gráhávur Grindahvalur Grønakrutt Grønlandsgulllaksur Grønlandstussi Gulllaksur Gúnters langasporl

H

Halahvassa skøta Havállur Havgøltur Havhestur Havmús Havnebbasild Havtaska Háfiðringur Háfjaðraði stubbi Hákelling Hávur Hemari Hornabrosma Hornfiskur Hornhávur Huldukrutt Hvassasprek Hvasskvoysa Hvítaskøta Hvítingsbróðir Hvítingur Hýsa Høvuðlítli angarfiskur Høvuðlítli hávur

Í

Íshavsbrynjukrutt Íshavshornabrosma Íshavskrutt Íshavsskøta Íshavssúgfiskur Íslandshávur

J

Jeffreysar stubbi Jensenshávur

K

Kaldi úlvfiskur Kalvi Kambhávur Kámi úlvfiskur Kikarafiskur Kjaftsvarti kongafiskur Klingruskøta Klænasporl Knurrhani Kolskeggi Kombikk Kongafiskur Kongasúgfiskur Krokodilluprikkafiskur Krystallstubbi Kryttlingur Krøkilskrutt Kubbuta langasporl Kúlulaksur

L

Laksastyrja Lakssild Lakstobis Laksur Langfjaðraði tunfiskur Langitrantur Lálla Láturkópur Leysikjaftur Liri Lítla lakstobis Lítla nebbasild Lítlabrosma Lítlakrutt Lítli kikarafiskur Lítli kongafiskur Lítli kryttlingur Lítli prikkafiskur Lítli súgfiskur Lítli tussafiskur Lítliglámur Ljósa silvurøks Ljósangi Lodna Lomvigi Longa Longubróðir Lundi Lusifer Lútkens úlvfiskur Lýrur Lýsingur

M

Macdonalds prikkafiskur Maisild Makrelgedda Makrelur Mánafiskur Miðjarðarhavslangasporl Mjáangi Mjái prikkafiskur Mjáikjaftur Morafiskur Mórubróðir Multa Murrikrutt

N

Naglaskøta Nasi Nebbasild Nebbaskøta Nevdregil Nevhavmús Nevhávur Norðhavssild Norskakvoysa

Ó

Ósaskrubba

P

Paddufiskur Parins dukátfiskur

R

Rekfiskur Revahávur Reyða hornabrosma Reyði knurrhani Reyðserkur Reyðsprøka Ringhávur Rita Rísna langasporl Rísnaskøta Rognkelsi Rossamakrelur Rottutrónur Rútarkongur

S

Sandskøta Sandstubbi Sankta Pætursfiskur Sars-úlvfiskur Seilur Sekstáknahávur Sild Sildakongur Silvurbramafiskur Silvurkalvi Silvurmurtur Silvurstinglaksur Silvurøks Síl Sjókarpi Sjóprónur Skjórutur springari Skrubba Skrubbhávur Skrubbuti úlvfiskur Skøta Sloans ormsfiskur Slætta langasporl Slætthøvd Smáblettuti reyðhávur Smáoygda havmús Smáskrubbuta langasporl Smáskrubbuti glámur Smátindabak Snípuállur Spegilsprikkafiskur Spíska langasporl Spískaskøta Sporllangi úlvfiskur Spøluti úlvfiskur Stavsild Steinbítur Stinglaksur Stóra lakstobis Stóra nebbasild Stóri kongafiskur Stóri prikkafiskur Stóri súgfiskur Stóroygda hornabrosma Stóroygdi tunfiskur Strentingur Streymsild Stuttskeggjað langasporl Súgari Súgállur Svarta havtaska Svartaskøta Svartblettuta langasporl Svartfiskur Svarthávur Svarti súgfiskur Svartkalvi Svartkjaftur Sævarangi

T

Tarabrosma Taralonga Tarasproti Tindabak Tindaskøta Toskur Toskur á Føroyabanka Toskur á Landgrunninum Tranthavmús Trantkongafiskur Trantlangasporl Trýnisállur Tunfiskur Tunga Tunnufiskur Tussafiskur Tvíprikkuti stubbi Tvísygul

U

Ulka Upsi

Ú

Úlvfiskabróðir Úlvfiskur

V

Vahls úlvfiskur Valtrarfiskur

Æ

Ælabogasíl

Nógv av tekstinum og flestu myndirnar eru úr bókini “Fiskar undir Føroyum” av Rógva Mouritsen, Astrid Andreasen og Bente Olesen Nyström.

Viðkomandi tíðindi

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?

27.03.2025

Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Nýggi granskingarbáturin “Lomvigin” siglt fyrsta túrin

03.02.2025

Á heysti 2022 fekk Fuglakanningarstøðin hjá Havstovuni fígging frá Aage V. Jensens Fonde at lata ein bát byggja til sjófuglateljingar kring alt landið…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Sæð serliga hvalspýggju

07.11.2024

Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …

Merktur grindahvalur kavar djúpt

25.10.2024

Tann merkti grindahvalurin úr Fuglafirði, hvørs sendari enn riggar, hevur kavað niður á yvir 1100 metra dýpi. Hetta er djypsta kav, ið er skrásett fyr…

Merkt grind ferðast støðugt suðureftir

15.10.2024

Grindin, ið varð merkt á Klaksvík fyri mánaði síðan, ferðast uttan íhald og støðugt suðureftir. Teinurin, hon hevur ferðast, er 1200 fjórðingar, og er…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið

07.10.2024

Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Merktu grindirnar tætt saman

27.09.2024

Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp …

Nú eru tvær merktar grindir

19.09.2024

Hin 16. september var ein lítil grind á 20 hval merkt á Klaksvík. Við sera góðari hjálp frá fólki á bátum og á landi var grindin hildin til, og fylgis…

Merktu grind í Klaksvík

17.09.2024

Mánamorgunin 16. september lá ein lítil grind á Pollinum í Klaksvík. Av tí at kaggarnir í Norðoyggjum og Eysturoy vóru fullir, varð avgjørt at merkja …

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Inga framløgu um djóraæti

13.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Merkta grindin sunnan fyri Rockall

12.09.2024

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyr…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri aftur av makreltúri

17.07.2024

Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Telja hval á sjeynda sinni

01.07.2024

Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum …

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

15.05.2024

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður

06.05.2024

Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

30.04.2024

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvir…

Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár

03.04.2024

Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vó…

Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum

14.03.2024

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framv…

Broytingar í plantuæti

08.02.2024

Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska l…

Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

19.12.2023

Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fi…

Tilmæli 2024

19.12.2023

Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á…

Tað seinasta frá merktu grindahvalunum

29.11.2023

Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í…

Springari á Kappanum

27.11.2023

Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. H…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

24.11.2023

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovn…

Merking av fiski á Føroyabanka

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl a…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

29.09.2023

Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739…

Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá?

26.09.2023

Innleiðsla Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyr…

Nú síggjast nósar

26.09.2023

Eyðkendu hvítu nósarnir, ið av og á síggjast søkja sær skjól inn á firðum og sundum um heystið, deila óhepnu støðuna at verða skolaðir út av látrum. S…

Nýtt frá merktu springarunum

20.09.2023

Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir …

Nýtt frá merktu grindahvalunum

20.09.2023

Havstovan hevur merkt tvær grindir í summar, báðar á Sandavági. 26. juni var ein hvalur merktur og 19. juli vóru fimm hvalir merktir. Umframt vóru tve…

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

18.09.2023

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál…

Minni av makreli í Norðurhøvum

24.08.2023

Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er…

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar

26.07.2023

Mánadagin 17. juli kom Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri. Makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í …

Merkta grindin ferðast suðureftir

21.07.2023

Við góðari hjálp frá sýslumanni, grindaformonnum og fólki annars á báti og sandi, varð ein grind merkt í Sandavági mikudagin 19. juli 2023. Ein bólkur…

Ein springari norðarlaga í Hetlandsrennuni

21.07.2023

Nú 40 dagar eru farnir síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði, er tann eini springarin farin norðureftir í hellingini, eystaru megin Hetlands…

Ferðing hjá springarunum í ein mánað

12.07.2023

Nú er ein mánaði fráliðin síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði. Tveir sendarar virka enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hv…

Skúm á sjónum

06.07.2023

Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av…

Yngul- og ætikanningar 2023

03.07.2023

Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vís…

Minni til av norðhavssild og svartkjafti

28.06.2023

Minni er til av norðhavssild og svartkjafti í Norskahavinum í ár enn í fjør. Tað vísa úrslitini frá árligu sildakanningunum fyrr í vár. Høvuðsniðurstø…

Nøgdin av svartkalva í 2023 er sum eitt miðalár

22.06.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur júst verið á árliga svartkalvatúrinum, sum byrjaði í 1995 fyri at fylgja við nøgdunum av svartkalva í føroyskum sj…

Allir springararnir sunnanfyri

20.06.2023

Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði fyri góðari viku síðani, hava mestu tíðina hildið til í Hetlandsrennuni. Tann eini merkti springarin, ið á…

Merktu springararnir fylgjast ikki

13.06.2023

Springaranir, ið vóru merktir á Fuglafirði leygardagin 10. juni 2023 eru farnir sundur í tveir bólkar. Við góðari hjálp frá bátum og fólki á staðnum, …

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað

13.06.2023

Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri

26.05.2023

Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

17.05.2023

Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá …

Nógvur svartkjaftur sunnanfyri

13.04.2023

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til …

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka

12.04.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka, har 29 hál á ein tíma vórðu tikin. Aftur í ár var nógv at fáa a…

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum

12.04.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar. Stø…

TOPLINK – sambinding millum lond, hvalastovnar, granskarar og fólk í nærumhvørvum

21.03.2023

TOPLINK verkætlanin, ið Havstovuni luttekur í, er eitt samstarv millum Føroyar og Grønland, har endamálið er at nema meira vitan um grindahval, bóghví…

Nógvar kanningar gerast á Føroyabanka

15.03.2023

Komandi vikuna skal havrannsókarskipið Jákup Sverri á Føroyabanka í sambandi við árligu yvirlitistrolingina um várið. Umframt kanning av støðuni hjá b…

Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði

17.01.2023

Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar …

Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina

06.12.2022

Tilgongdin til toskastovnin á Landgrunninum broytist nógv frá einum ári til annað. Flestu ár síðani 2005 hevur tilgongdin verið sera vánalig, og hon e…

Norðhavssildin væl í holdum seinnu árini

27.10.2022

Síðani 2005 hevur norðhavssildin sum heild verið væl í holdum um veturin og hevur samstundis havt størri rogn. Hetta er mett at vera tengt at, at beit…

Ráðstevna og kokkaverkstova um hval og kóp

30.09.2022

Í døgunum 5. og 6. oktober verður Norðurlandahúsið karmur um eina ráðstevnu, og eina matmentanarliga verkstovu, har ljós verður varpað á hval og kóp s…

Toskurin á Føroyabanka er møguliga í ferð við at koma fyri seg aftur

16.09.2022

Yvirlitstrolingin á Føroya Banka, sum verður gjørd á hvørjum heysti, gevur ábendingar um, at meira er av toski. Jákup Sverri hevur júst gjørt árligu h…

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

19.07.2022

Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…

Jákup Sverri á yngul- og ætikanningum í juni

18.07.2022

Í seinnu helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka. Nøgdin av toska- og hvítingsbróðuryngli er t…

Jákup Sverri ger makrelkanningar

13.07.2022

Síðstu tvær vikurnar hevur Jákup Sverri luttikið í altjóða makrelkanningum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum. Tó at kanningarnar hava verið n…

Makrelgýting við Føroyar kannað

11.07.2022

Í mai kannaði Jákup Sverri makrelgýting á leiðunum sunnan og vestan fyri Føroyar. Flest makrelegg vóru at síggja fram við hellingini á europeiska land…

Um miðal av svartkalva í ár

22.06.2022

Jákup Sverri hevur verið á svartkalvatúrinum fyri 2022. Fyribilsúrslitið frá túrinum í ár gav í miðal 106 kg svartkalva per troltíma (sí mynd niðanfyr…

Við til at friða týdningarmikiðøki í altjóða sjógvi

10.05.2022

Flestu sjófuglasløg í Norðuratlantshavi eru minkað ógvuliga nógv seinastu áratíggjuni. Nógvar kanningareru gjørdar fyri at royna at finna útav, hví so…

Fuglurin rýmir úr Vestmannabjørgunum

10.05.2022

Bert 5% av lomviga og 1% av ritureiðrum vóru at síggja i Vestmannabjørgunum summarið 2021, samanborið við teljingar í ávikavist 1972 og 1987. Hetta er…

uDNA kanningar kunnu vónandi stuðla yvirlitstroling í framtíðini

10.05.2022

DNA-leivdir av bæði toski og hýsu í sjógvprøvum kunnu møguliga í framtíðini brúkast til at siga, hvussu stórir hesir fiskastovnar eru. Men nýggjastu k…

Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

10.05.2022

Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…

Umsitingarætlan fyri botnfisk undir Føroyum

10.05.2022

Ein umsitingarætlan er ein skipan, har fiskiskapurin verður stýrdur og avmarkaður við atliti til lívfrøðilig og vinnulig viðurskifti. Lívfrøðilig viðu…

Gróðurin og nøringin hjá djóraæti á Landgrunninum eru ikki byrjað enn

05.05.2022

Jákup Sverri kannaði í tíðarskeiðinum 20.-27. apríl havfrøði, plantuæti og djóraæti á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru nógvar fiskalarvur í sjónum o…

Nógvur smáur svartkjaftur sunnanfyri

26.04.2022

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av …

Framvegis nógvur fiskur á Føroyabanka

21.04.2022

Triðja árið á rað vísir váryvirlitstrolingin á Føroyabanka væl meira av toski enn var vanligt frá 2006 til 2019. Hetta var bert stórur vælvaksin gýtan…

Hiti og føði ávirka spjaðing av norðhavssild í mai

24.03.2022

Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hava vit kannað slag…

Lítið av toski og nógv av hýsu

01.03.2022

Tær árligu yvirlitstrolingarnar á vári á føroyska landgrunninum eru nú gjørdar við Jákup Sverra. Tikin vóru øll 100 hálini, har hvørt hál vardi ein tí…

Útbreiðsla av norðhavssild í mai: Stóra sildin stendur vestari enn smáa sildin

14.01.2022

Síðani 1996 eru á hvørjum ári gjørdar felags kanningar av norðhavssild í Norskahavinum. Kanningarnar verða gjørdar í mai við tí endamáli at veita tøl …

Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni

19.08.2021

Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…

Kúlulaksur í Norðurhøvum

07.06.2021

Í mai í ár var nakað av kúlulaksi fingið á árligu sildakanningunum. Hetta er fyrstu ferð, at føroyska rannsóknarskipið hevur fingið kúlulaks, men eisi…

Megnar toskahálið á Føroyabanka bert eitt eindømi

24.03.2021

Fjølmiðlar hava víst á filmsupptøkur frá Bankatúrinum í mars 2021, har víst verður á stórt hál við stórum og feitum toski, sí myndir. Hetta hálið var …

Parins dukatfiskur og tunnufiskur – tvey nýggj fiskasløg skrásett

18.12.2020

Í vár vórðu tvey nýggj fiskasløg skrásett afturat í føroyskumsjógvi. Annar av forkunnugu fiskunum varð fingin í trolinum hjá Suðringi, hin umborð á Ma…

Livandi rundorma-larva funnin í reyðæti

18.12.2020

Regluligu planktonkanningarnar av sjógvi frá Lívfiskastøðini í Skopun sýndu eitt óvæntað úrslit: Tá prøvin varð kannaðurundir mikroskopi sást, at eitt…

Toskurin á Føroyabanka – hvussu er støðan í 2020?

18.12.2020

Hóast Magnus Heinason fekk nógvan tosk á Bankanum í mars 2020, var lítið at fáa í september. Neyðugt er við fleirikanningum fyri at staðfesta, hvussu …

Merkta føroyska parið

18.12.2020

Hjá skrápi skiftast bøgan og steggin um at bøla egginum. Tað er sjón fyri søgn í taltilfarinum frá einumføroyskum skrápapari við GLS-loggarum. Tá vetu…

Kaldur Eysturíslandssjógvur týdning fyri nøgdir av djóraæti norðan fyri Føroyar

18.12.2020

Samanrenning og blanding av heitum Atlantssjógvi og køldum Eysturíslandssjógvi ger eitt frontøki norðan fyri Føroyar, sum er ríkt í djóraæti. Nýggj gr…

Ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum

18.12.2020

Á fyrsta sinni er ferðingarmynstrið hjá føroyska skrápinum staðfest. Eftir bútíðina ferðast hann allan vegin úr Føroyumtil suðurendan á Suðuramerika. …

Gýtandi lodna inni á føroysku firðunum í 2020

18.12.2020

Síðst í mars fekk Magnus Heinason gýtandi lodnu inni á firðum og sundum, tá rannsóknir vórðu gjørdar eftir brislingi kring oyggjarnar. Tað kom óvart á…

Slánar inni við land

18.12.2020

Síðsta árið kann sigast at hava verið eitt rættiligt slánaár.Vaksin toskur er komin heilt inn undir land og hevur hesin verið serstakliga rak. Samstun…

Ongin nebbasild, men lodna fingin inni á firðunum

23.04.2020

Magnus Heinason er júst afturkomin av nebbasildakanningum. Líka undir 4 kg av nebbasild varð fingin á teimum 11 tovunum, sum vóru gjørd á túrinum. Meg…

Silvurkalvi rikin á land

20.01.2020

29. november 2019 ringdi Birgir Mikkelsen úr Klaksvík á Havstovuna, um at ein ”óvanligur” fiskur var rikin á land, beint niðan fyri Føroya Bjór í Klak…

Sildaarvastrongurin lýstur

03.12.2019

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, vinnu-ph.d. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Amplexa Genetics, hevur júst givið út vísindaliga grein í tíðarritinu…

Lítla- og stóra nebbasild fingnar á Landgrunninum í oktobur

27.11.2019

Nebbasild er týdningarmikil liður í føðiketuni á føroyska landgrunninum, serstakliga sum føði hjá til dømis toski og lunda. Higartil hava kanningar á …

Fiskiskapur eftir reyðæti

25.09.2019

Føroyar hava ein serligan náttúrugivnan møguleika at gagnnýta tað næst størsta lívfrøðiliga tilfeingið, sum er í Norðuratlantshavi, nevniliga reyðæti….

Várgróðurin seinkaður tá kuldin liggur leingi

25.09.2019

Gróður av plantuæti, sum vit eisini nevna „havsins gras“, er sum so ikki treytaður av ávísum hita, tí plantuæti grør væl, bæði í sjógvi sum er kaldari…

Hví er toskurin á Føroyabanka ikki komin fyri seg?

25.09.2019

Meðan bæði toskurin og hýsan eru komin fyri seg á Landgrunninum, og hýsan á Føroyabanka eisini er kominfyri seg, stendur framvegis illa til við Bankat…

Slánar inni við land

23.09.2019

Tað hava verið nógvir stórir toskar at fingið inni við land í seinastuni. Fleiri av hesum fiskum hava verið sera rak, tað sum verður kallað slánar. Sa…

Talið á ternum og ternubølumminkað seinastu 15 árini

23.10.2018

Síðani 2003 hevur Havstovan skipað fyri teljing av ternum og ternupisum um alt landið. Vit hava biðið bøndur, røktarar og onnur áhugað fólk siga okkum…

Broytingar í djóraætissamfelagnum á Landgrunninum

23.10.2018

Djóraæti byrjar at nørast fyrr inni á Landgrunninum enn uttan fyri Landgrunnin, og bæði sløg og nøgdir av djóraæti broytast nógv í mun til tíð og stað…