
Leikluturin hjá makreli
Makrelur etur ikki yngulin av toski, hýsu og upsa, og er tí ikki beinleiðis orsøk til vánaligu gongdina í botnfiskastovnunum. Hetta vísa magakanningar hjá Havstovuni av meira enn 1500 makrelmagum, tiknir á Land grunninum síðani 2011. Orsøkin er helst, at yngulin og makrelurin ikki eru á sama stað til somu tíð. Kanningarnar vísa eisini, at makrelurin etur t.d. hvítingsbróðir og nebba sild, sum eisini er føði hjá størri botnfiski, og soleiðis kann ávirka botnfiskin óbeinleiðis.
Hetta er úr Sjóvarmál 2015, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Minni av makreli í Norðurhøvum
Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 %. Mest…
Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
Mánadagin 17. juli kom Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri. Makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í smáum nøgdum. Ábendingar vóru um, at útbreiðslan…
Jákup Sverri ger makrelkanningar
Síðstu tvær vikurnar hevur Jákup Sverri luttikið í altjóða makrelkanningum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum. Tó at kanningarnar hava verið nakað darvaðar av veðri, hevur Jákup Sverri higartil tikið…
Makrelgýting við Føroyar kannað
Í mai kannaði Jákup Sverri makrelgýting á leiðunum sunnan og vestan fyri Føroyar. Flest makrelegg vóru at síggja fram við hellingini á europeiska landgrunninum, og annars sunnarlaga í kanningarøkinum. Í…