
Kúpuskel vísir gróðurin á Landgrunninum aftur í seytjandu øld
Í nýggjari grein, útgivin í Journal of Marine Systems tann 29. november, verður víst at vøksturin hjá kúpuskel fylgir gróðrinum á Landgrunninum – jú meiri gróður, jú skjótari veksur skelin. Kúpuskelin (sí mynd) gerst fleiri hundrað ára gomul og liggur alt lívið niðurgrivin í bleytum botni, har hon sílar æti.

Á sama hátt sum ein ringur í avkubbaðum træi vísir vøksturin ávíst ár, so gevur breiddin á vakstrarringum í kúpuskelini ábending um vøkstur. Vakstrarringarnir á slíkari skel kunnu tí siga okkum nakað um tíðir við góðum og vánaligum gróðri. Og síðani gróðurin er føðigrundarlagið fyri alla vistskipanina kring Føroyar, kann kúpuskelin helst brúkast sum mát fyri vistfrøðiligu gongdina hjá okkum.
Greiningin er serliga áhugaverd av tí at kúpuskeljarnar liva so leingi, og tískil kunnu gamlar skeljar geva vitan um gróðurumstøðurnar áðrenn vit høvdu beinleiðis mátingar av gróðrinum – ja møguliga kunnu vit fáa vitan um góðar og vánaligar tíðir heilt aftur í seytjandu øld.
Viðkomandi tíðindi
Korallir á video
Líka síðani áttatiárini eru kanningar gjørdar av korallunum í havinum við Føroyar. Seinastu árini er hetta gjørt við undirsjóvarupptøkutóli, sum higartil hevur filmað 434 kilometrar av havbotninum. Hetta er úr…
Delikatessa til agn
Samstundis sum gággan í føroyskum hugaheimi er við at fl yta seg frá at vera agn til at vera ein delikatessa til útflutnings, økist fokus á hetta serstaka djórið. Hetta…
Vard sjóøki
Vard sjóøki – á enskum Marine Protected Areas, stytt MPA – kunnu allýsast sum landafrøðilig øki, sum eru útvald fyri at varðveita livandi tilfeingi havsins og skulu fyrisitast við eini…
Korallir verða avmyndaðar
Síðan 2003 eru undirsjóvarupptøkur gjørdar av havbotninum í ein útnorðing úr Mykinesi, á Suðuroyarbankanum og á Munkagrunninum. Royntverður at fáa eina heildarmynd av minkaðu koralløkjunum við Føroyar. Hetta er úr…