{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Krill

Krill er felgasheiti fyri ein lítlan bólk av uml. 80 ymiskum sløgum av smáum krabbadjórum, sum liva í sjónum. Nøkur fá sløg liva tætt við ella á botni, men tey flestu sløgini liva uppi í sjónum, antin á opnum havi ella tættari við land. Krill hoyrir til tann stóra bólkin av smáum djórum í sjónum, sum vit vanliga nevna „djóraæti“, og í stødd hoyrir krill til bólkin „stórt djóraæti“. Tey bæði vanligastu sløgini av krill um okkara leiðir eru tað stóra krillslagið Meganyctiphanes norvegica og Thysanoessa longicaudata, sum er nakað væl minni.

Hetta er úr Sjóvarmál 2009, les víðari her.

Viðkomandi tíðindi