
„Kalda holið“, „Golfstreymurin“ og okkara veðurlag
Á heysti 2015 gjørdu fjølmiðlar kring allan heim nógv burtur úr einum havøki í landsynning úr Grønlandi, sum var óvanliga kalt og fekk eyknevnið: „Kalda holið“. Hetta varð sett í samband við tann streymin, sum vit vanliga kalla „Golfstreymin“, og onkur norðurlendsk sjónvarpsstøð bar tey tíðindi, at hann var viknaður við stórum árini á okkara veðurlag. Sambandið millum „Kalda holið“ og „Golfstreymin“ er tó ikki so einfalt, og alt bendir á, at hesin streymur hevur verið støðugur ta seinastu hálvu øldina. Hesi seinastu tjúgu árini hevur hann flutt meiri varma inn í okkara øki; heldur enn umvent. Enn er tó óvist, um hann fer at halda fram við somu styrki, so hvørt sum veðurlagið broytist.
Hetta er úr Sjóvarmál 2016, les víðari her.
Viðkomandi tíðindi
Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður
Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Bankarennuna. Í eini nýggjari útgreining verður víst, at sjógvur úr Íslandshavinum…
Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi
Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari grein vísa vit, at hetta eisini ger seg…
Hava funnið ókendan djúpan havstreym
Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda ráki fer gjøgnum Bankarennuna, sum er…
Legan hjá Golfstreyminum ávirkar havumhvørvið kring Føroyar
Flest øll hava hoyrt um Golfstreymin. Nógv vita eisini, at broytingar í styrkini av hesum ráki kann ávirka havumhvørvið og veðurlagið her um okkara leiðir. Men hesin sterki streymur flytir…