
Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
Mánadagin 17. juli kom Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri.
Makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í smáum nøgdum. Ábendingar vóru um, at útbreiðslan í ár ikki er stórt øðrvísi enn tvey tey seinastu árini. Tó má takast hædd fyri, at kanningarøkið ikki er tað sama frá ári til árs – og rætta myndin fæst ikki, fyrr enn tilfarið frá øllum skipunum verður greinað saman. Mest var fingið av 4 ára gomlum makreli, tó var ongin aldursbólkur, sum skaraði framúr í stødd – og rættiliga nógvur gamal makrelur var fingin (10 ár og eldri).
Sum heild var lítið at fáa av norðhavssild, og skriftin var so gott sum bara í ovastu metrunum og mest nær Íslandi. Meira enn helvtin av aldurslisnu sildini var 7 ára gomul, og sostatt er tað enn 2016-árgangurin, sum er bulurin í stovninum.
Svartkjaftur var at síggja mestsum allastaðni norðan fyri Føroyar og Íslandsryggin. Hetta var sum heild tvey og trý ára gamal svartkjaftur.
Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi og Danmark. Skipini úr Noregi eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.
Samlaða vísitalið fyri makrel frá øllum rannsóknarskipunum verður roknað á fundi um hálvan august og skal brúkast í stovnsmetingini um mánaðarskiftið august-september.
Føroyska túrfrágreiðingin kann síggjast her.
Eydna í Homrum ( eydnap@hav.fo)
Viðkomandi tíðindi
Minni av makreli í Norðurhøvum
Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 %. Mest…
Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
Mánadagin 17. juli kom Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri. Makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í smáum nøgdum. Ábendingar vóru um, at útbreiðslan…
Jákup Sverri ger makrelkanningar
Síðstu tvær vikurnar hevur Jákup Sverri luttikið í altjóða makrelkanningum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum. Tó at kanningarnar hava verið nakað darvaðar av veðri, hevur Jákup Sverri higartil tikið…
Makrelgýting við Føroyar kannað
Í mai kannaði Jákup Sverri makrelgýting á leiðunum sunnan og vestan fyri Føroyar. Flest makrelegg vóru at síggja fram við hellingini á europeiska landgrunninum, og annars sunnarlaga í kanningarøkinum. Í…