{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og vaksa, má tað eisini fáa føði, sum er plantuæti. Tí setir gróðurin av plantuæti um várið gongd á gýtingina hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskalarvum. Longur út á várið og summarið, tá fiskalarvurnar eru vaksnar nakað, fáa tær tikið aðra og størri føði. Viðurskiftini í náttúruni skifta frá tíð til aðra og tí leggur Havstovan dent á at kanna, hvussu tey skiftandi viðurskiftini í náttúruni ávirka føðiumstøðurnar, vøksturin og yvirlivilsið hjá fiskalarvum.

Í tíðarskeiðinum 8.-14. mai gjørdi Jákup Sverri ta árligu kanningina av føðiviðurskiftum hjá fiskalarvum á Landgrunninum um várið. Væl var av plantuæti á flestu støðum, serliga vestanfyri, í Vágahavinum/Sandshavinum. Gýtingin hjá reyðæti var í miðal umleið 8 egg/hon/samdøgur, sum er nakað  yvir miðal, men er tó ikki av tí mesta. Reyðætið gýtti minst eystanfyri og mest vestanfyri og undir landi norðanfyri.

Ein góð spjaðing var í støddum og sløgum av djóraæti. Hetta er helst gott fyri fiskalarvur, tí tá hava tær møguleika at finna sær føði í hóskiligari stødd, alt eftir hvussu stórar tær sjálvar eru. Men hóast føðiviðurskiftini tóktust at vera í lagi, so vóru fiskalarvunum smáar.

Seinni í ár verður magainnihaldið í fiskalarvunum kannað nærri, so tá sæst, hvat og hvussu nógv tær ymiska larvurnar hava etið.

Les alla túrfrágreiðingina her.

Eilif Gaard

Umhvørvi

Lívfrøðingur, Dr. Philos

eilifg@hav.fo / +298 79 39 31

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi tíðindi

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?

27.03.2025

Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Eitt vet meira av toski

20.03.2025

Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er r…

Sæð serliga hvalspýggju

07.11.2024

Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …

Inga framløgu um djóraæti

13.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður

06.05.2024

Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá…