16. Mars. 2022

Fýra verkætlanir innan havgransking í Norðuratlantshavi

 

Í oktober í fjør útlutaði danska stjórnin í samstarvi við Granskingarráðið 14 milliónir krónur til fýra verkætlanir innan havgransking í Norðuratlantshavi. Havstovan hevur leiðsluna í tveimum av verkætlanunum, nevniliga FjordProcess og COPS, og er harafturat við í verkætlanunum Blue ocean og TOPLINK.

 

Eydna í Homrum, ið er leiðari fyri FjordProcess, sigur, at við hesi verkætlan verður sjøtul settur á skipaðar kanningar av føroyskum firðum og sundum. Hon væntar, at arbeiðið fer at veita betri fatan av, hvussu ymsu liðini í havvistskipanini ávirka hvørt annað og eisini hvussu firðir og sund ávirka og verða ávirkað av tí, sum hendir longri úti á Landgrunninum.

 

Eilif Gaard, ið leiðir COPS, sigur, at endamálið er at fáa betri greiði á nøgdum og samanseting av djóraæti kring Føroyar. Hann væntar, at arbeiðið fer at geva eina betraða fatan av, hvussu havfrøði ávirkar djóraæti og hvønn týdning djóraæti hevur sum føði fyri fisk.

 

Havstovan verður eisini virkin viðleikari í verkætlanunum Blue ocean og TOPLINK, ið snúgva seg um ávikavist svartkjaft og havsúgdjór. Hesar verkætlanir verða leiddar úr ávikavist DTU í Danmark og Naturinstituttet í Grønlandi.

 

Arbeiðið við verkætlanunum er byrjað so smátt, og væntandi fara fyrstu úrslitini at fyriliggja næsta ár.