Tilmæli um fiskiskap eftir tosk, hýsu og upsa í 2022

 

Tilmæli frá Havstovuni

Tilmælið um fiskidagar tók støði í umsitingarætlanini, sum var løgd fram 6.mai 2019. Mælt verður itl at tillutaðu fiskidagarnir fyri Bólk 2 (lemma- og partrolarar) verða øktir við 5% og fiskidagarnir fyri Bólk 3-5 (lína, snella, trol á landleiðini) verða skerdir við 5%.

 

Havstovan mælir eisini til at lata upp fyri avmarkaðum fiskiskapi á Føroyabanka. Mælt verður til, at høvuðsreiðskapurin á Føroyabanka framhaldandi verður lína og at línufør fáa 200 fiskidagar tilsamans. Fyri at halda veiðitrýstinum á toski niðri verður mælt til, at ávís øki á Føroyabanka verða friðað í gýtingartíðini hjá toski.

 

 Tilmælið sæst við at trýsta her.

 

ICES-ráðgeving fyri tosk, hýsu og upsa í 2022

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 30. november 2021 nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

 

ICES mælir til, at veiðan av toski í 2022 kann vera í mesta lagi 2.206 tons og er hetta ein minking upp á 65% í mun til tilmælið fyri 2021. Veiðan av hýsu í 2022 kann vera í mesta lagi 8.639 tons og er hetta ein minking upp á 24% í mun til tilmælið fyri 2021. Veiðan av upsa í 2022 kann vera í mesta lagi 37.444 tons og er hetta ein øking upp á 37% í mun til tilmælið fyri 2021.

 

Toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið undir søguligum lágmarki síðani 2004. Í 2018 og 2019 var toskastovnurin oman fyri lágmarksstødd av gýtingarstovninum, men síðan 2020 hevur stovnsmetingin víst, at stovnurin aftur er undir hesum marki. Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008-2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið í vøkstri síðan. Føroyski upsastovnurin er toluliga væl fyri og støddin á gýtingarstovninum er oman fyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug.

 

Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

 

Toskur

 

Hýsa

 

Upsi