23. Sep. 2021

Jákup Sverri á Vísindavøku

 

Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni sum er fríggjadagin 24. september.

 

Hesaferð liggur Jákup Sverri við bryggju beint við Sjóvinnuhúsið, og Havstovan bjóðar øllum vísindavøkugestum umborð at síggja nýggja stásiliga havrannsóknarskipið. Skipið er opið frá kl. 9 til kl. 16, og vitjandi sleppa m.a. at síggja royndarstovur, fabrikkina, messuna, maskinrúmið og brúnna. Eisini eru fólk frá Havstovuni og manningin tøk at greiða frá, hvat skipið kann brúkast til.

 

Umframt at Jákup Sverri er opin fyri vitjandi, so hava tveir av granskarunum á Havstovuni eisini fyrilestrar í Kongshøll. Kl. 11 hevur Karin Margretha Húsgarð Larsen fyrilestur um evnið "Fer Golfstreymurin at steðga?" og kl. 14 hevur Ian Salter fyrilestur um evnið "A climate mitigation strategy using marine algae? An example of scientific misrepresentation for economic gain".

 

Øll tiltøkini á Vísindavøkuni eru almenn og ókeypis. Skráin sæst her.