Havsúgdjór

Hvalir og kópar


 

 

 

Grindahvalur

Globicephala melas

 

Tveir grindastovnar í Norðuratlantshavinum: norðurvesturatlantiski og norðureysturatlantiski grindastovnurin

Gagnnýttur grindastovnur

Elsti skrásetti grindahvalur: 59 ár (kvennhvalur), 46 ár (kallhvalur)

Longsti skrásetti grindahvalur: 625 cm (kallhvalur), 512 cm (kvennhvalur)

Tyngsti skrásetti grindahvalur: 2.320 kg (kallhvalur), 1.320 kg (kvennhvalur)

 


 

 

 

Lívfrøði

Undir Føroyum er ein grindastovnur, tann norðureysturatlantiski grindastovnurin.

 

Tann norðureysturatlantiski (NEA) grindastovnurin og tann norðurvesturatlantiski (NVA) grindastovnurin eru ymsir í útsjónd. NVA-grindahvalurin hevur størri kúlu og styttri kropp. Víst verður á, at tað er týðandi munur á ílegum millum NEA- og NVA-stovnarnar. At tað er munur á stovnunum verður grundgivið við, at stovnarnir hava spesialiserað seg hvør sær viðvíkjandi føði, heldur enn at teir eru avbyrgdir orsakað av fjarstøðu. Gransking vísir, at NEA-stovnurin møguliga skal skiljast í enn smærri eindir.

 

Útbreiðsla

Grindahvalurin er at finna víða um í Norðuratlantshavium. Har vesturi frá North Carolina í Amerika til Diskovíkina í Vesturgrønlandi. Í eystri finna vit hann úr útnyrðingsstrondini í Afrika, inn í Miðjarðarhavið, og norður í Barentshavið.

 

 

Mynd 1. Útbreiðsla av grindahvali.

 

 

 

Vøkstur

Bæði kall- og kvennhvalurin eru fullvaksin um 25-30 ára aldur. Kallhvalurin verður í miðal 552 cm og vigar 1,7 tons, meðan kvennhvalurin verður 432 cm og vigar 0,9 tons í miðal.

 

Livialdurin hjá grindahvali er í miðal 22,3 ár fyri kvennhvalin, og 23,9 ár fyri kallhvalin. Aldurin á grindahvali verður staðfestur við at lesa árringarnar í tonnunum.

 

Nøring

Kvennhvalurin gerst kynsbúgvin, tá hann er 5-15 ára gamal. Kallhvalurin gerst kynsbúgvin, tá hann er 11-22 ára gamal.

 

Kvennhvalurin er kviðin umleið 12 mánaðir og er tíðarbilið millum hvørja ferð, hann leggur, áleið 5 ár. Hvalur leggur alt árið, í Føroyum tó mest um summarið og um heystið. Kvennhvalur, ið er eldri enn 40 ár, er sjáldan kviðin. Nýlagdur hvølpur (leiftur) er um 178 cm langur og vigar um 75 kg. Hvølpurin sýgur í 3-4 ár í miðal, hóast hann fer at eta aðra føði bert nakrar fáar mánaðir gamal. Kallhvalur hann halda fram at súgva í eini 7 ár og kvennhvalur í 12.

 

Samanseting í eini grind

Støddin á eini grind fer frá 1-1.200 hvalir við einum miðaltali á 149 hvalir.

 

Í eini grind er býtið umleið 60% kvennhvalir og 40% kallhvalir. 48% av allari grindini eru óbúnir hvalir. Kallhvalurin kann býtast upp í óbúgvin og búgvin, meðan kvennhvalurin kann býtast upp í óbúgvin, búgvin, kviðin, mjólkandi og ikki mjólkandi.

 

 

Ferðing

Hvussu grindahvalur ferðast er helst ávirkað av føði. Um lítið av høgguslokki er til, er sannlíkt, at hann ferðast við fiskastovnum, eitt nú svartkjafti.

 

Grindahvalurin nemur sær føði uppi í sjónum og niður á 800 metra dýpi. Yvir helmingin av tíðini er hann oman fyri 7 metra dýpi. Hvussu skjótt grindahvalur kavar veldst um, hvussu langt niður hann kavar. Kavar hvalurin niður á 150 metra dýpi, er ferðin 0,9 m/s, men skal hann á 600 metra dýpi, er ferðin 2,3 m/s. Kavar grindahvalur longur niður enn 12 metrar, er kavingin ikki longri enn 18 min. Tó vara 60% av kavingini ikki meira en 3 min. Samanborið við annan tannhval, sum er umleið somu stødd, hevur grindahvalurin minni kaviorku, ella hevur hann tillagað seg so í vatnsúluni, at hann nýtir minni kaviorku.

 

Grindahvalur kann hava eina ferð upp til 14,5 km/t. Um samdøgrið ferðast hann í miðal 70-111 km og í mesta lagi 200 km.

 

Grindahvalur er vanur at ferðast við øðrum hvalasløgum, so sum sjórutum springara og hvessingi.

 

Føði

Grindahvalur etur fyri tað mesta høgguslokk, umboðandi 93% av føðini. Agnhøgguslokkur og Gonatus sp. umboða bróðurpartin av føðini. Eini 7% av føðini er fiskur. Nakað av krabbadjóri (rækjum) er eisini at finna, men hesin partur er ikki serliga stórur.

 

Grindahvalur etur helst agnhøgguslokk, um hann er til staðar, men etur alt eftir hvat er at fáa. Slag av føði kann ávirkast alt eftir nøring, stødd av hvali og eftir ári. Tað verður etið meira av smærri høgguslokkasløgum og krabbadjórum hjá hvali undir 300 cm.

 

Stovnsmeting og veiða

Kanningar hjá NASS (North Atlantic Sightings Surveys) frá 1889 vístu eina meting av norðureysturatlantiska grindastovninum á 778.000 hvalir. NAMMCO (limalond: Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg) hevur eina stovnsmeting fyri allan norðuratlantiska stovnin, sum sigur yvir 500.000 hvalir.

 

Hagtøl fyri grindir, ið hava lagt beinini í Føroyum, fara heilt aftur til 1584. Tað eru greið og samanhangandi hagtøl frá 1709 til í dag. Frá 1709 til í dag eru dripnir 850 hvalir í miðal árliga. Frá 2000-2020 eru í miðal 632 hvalir dripnir árliga. Størsta grindin, sum er skrásett, er Konfirmatiónsgrindin, ið legði beinini á Sandi í 1940. Hon taldi 1.200 hvalir.

 

Í Grønlandi verða í miðal 248 hvalir dripnir árliga.

 

Fyri at grindadráp skal verða burðardygt, vísir NAMMCO á, at fyri at veiða 678 hvalir árliga krevst, at stovnurin er 50.000-80.000 hvalir.

 

Keldur

Bloch, D., 2007. Pilot whales and the whale drive. Tórshavn: H.N. Jacobsens Bókahandil.

Bloch, D., Desportes, G., Mouritsen, R., Skaaning, S. and Stefansson, E., 1993. An introduction to studies of the ecology and status of the long-finned pilot whale (Globicephala melas) off the Faroe Islands, 1986-1988. Report of the International Whaling Commission (Special Issue 14), pp.1-32.

Bloch, D. and Fuglø, E., 1999. Villini súgdjór í Útnorðri. Nám.

Bloch, D., Heide-Jørgensen, M.P., Stefansson, E., Mikkelsen, B., Ofstad, L.H., Dietz, R. and Andersen, L.W., 2003. Short-term movements of long-finned pilot whales Globicephala melas around the Faroe Islands. Wildlife Biology, 9(4), pp.47-58.

Bloch, D., Lockyer, C. and Zachariassen, M., 1993. Age and growth parameters of the long-finned pilot whale off the Faroe Islands. Report of the International Whaling Commission Special Issue, 14, pp.163-207.

Desportes, G. and Mouritsen, R., 1993. Preliminary results on the diet of long-finned pilot whales off the Faroe Islands. Report of the International Whaling Commission, 14(Special Issue), pp.305-324.

Heide-Jørgensen, M.P., Bloch, D., Stefansson, E., Mikkelsen, B., Ofstad, L.H. and Dietz, R., 2002. Diving behaviour of long-finned pilot whales Globicephala melas around the Faroe Islands. Wildlife Biology, 8(1), pp.307-313.

Heimabeiti, 2021. Grind. [online] Heimabeiti. Available at: https://heimabeiti.fo/grind

NCBI, 2021. Globicephala melas – NCBI.[online] NCBI. Available at: https://www.ncbi.nlm.nih.gov/Taxonomy/Browser/wwwtax.cgi?id=9731

NAMMCO, 2021. Long-finned Pilot Whale – NAMMCO. [online] NAMMCO. Available at: https://nammco.no/topics/long-finned-pilot-whale/#1551371300072-9270527b-9046