28. Apr. 2021

ICES-fundir á Havstovuni

 

Í hesum døgum eru fiskifrøðingar á Havstovuni við á tveimum ICES-stovnsmetingarfundum. Talan er um fundir í bólkunum NWWG (North-Western Working Group) og WGDEEP (Working Group on the Biology and Assessment of Deep-sea Fisheries Resources).

 

Bólkurin NWWG viðger stovnsmetingar av toski, hýsu, upsa, kongafiski, lodnu og svartkalva í vestara parti av Landnyrðingsatlantshavinum. Stovnsmetingarnar av serføroysku stovnunum tvs. av toski, hýsu og upsa, blíva viðgjørdar í november hvørt ár, men stovnsmetingarnar av felagsstovnum, tvs. av svartkalva og kongafiski, eru til viðgerðar nú. Við á fundinum eru einir 25 luttakarar frá 6 londum.

 

Bólkurin WGDEEP viðger stovnsmetingar av 30 djúphavsfiskastovnum heilt sunnanífrá Azorunum og norður til Eysturgrønlands og Barentshavið. Flestir av hesum verða viðgjørdir annaðhvørt ár. Fiskastovnar í føroyskum øki, sum verða viðgjørdir í hesum bólki, eru longa, brosma, gulllaksur, blálonga, búrfiskur, stinglaksur og kubbuta langasporl, har av longa, brosma, og gulllaksur vera viðgjørdir á ársins fundi. Við á fundinum eru umleið 27 luttakarar frá 12 londum.

 

Vanliga fara hesir fundirnir fram í høvuðssætinum hjá ICES í Keypmannahavn, men aftur í 2021 eru fundirnir á netinum, og hetta kemst sjálvandi av corona-farsóttini.