16. Apr. 2021

Grindin á Rosemary bankanum

 

Merkta grindin úr Vestmanna hevur seinastu tíðina ferðast í økinum við Rosemary bankan, ið liggur 80 fjórðingar suður úr Ytra banka. Áðrenn hetta hevði grindin ferðast eina tíð í norðara kanti av Rockall bankanum, men fór síðan beina kós eystur móti bretska landgrunninum, áðrenn hon so vendi norður yvir aftur. Sostatt melur grindin framhaldandi aftur á aftur gamlar slóðir.

 

Bjarni Mikkelsen ( This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ), tlf. 278588